Samgonguskjalið og málsøkjabýti komu undir land í gjárkvøldið, og seinnapartin skulu seinastu smálutirnir hjá komandi ABC-samgongini koma uppá pláss.
Ætlanin er, at umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkinum hittast aftur klokkan 15.
Áðrenn sita flokkarnir hvør sær, har størsta uppgávan er at endaliga áseta, hvørji fólk skulu út í landsstýrið. Eisini munnu nevndarsessir í løgtinginum vera til umrøðu.
Alt bendir á, at hetta vera sjey fólk: Løgmaður, Beinir Johannesen, umframt tvey í hvørjum flokki til seks ymisk øki.
Sí eisini: Væntar sjey aðalráð og samgonguskjal meinlíkt sosialdemokratiskum manifesti
Nógvar søgur ganga, men tað tykiskt nærum vist, at Javnaðarflokkurin fær fíggjarmál, og at tað verður skjótt fyrrverandi løgmaður, sum skal umsita tey.
Meðan Aksel V. Johannesen mest sannlíkt endar við fíggjarmálum, skal Bárður á Steig Nielsen sum skilst vera landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Júst hvussu kabalin fer at ganga upp, og hvørji mál fara at hoyra saman, fáa vit endaliga greiðu á í morgin - um alt gongst sum ætlan hjá flokkunum.
Tíðindafundurin verður ásettur seinni í dag. Helst til seint fyrrapartin hósdagin 9. apríl.
Meira um samgonguskjal og málsøkjabýti seinni
Dagført: 12.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald