Eftir at hava sitið í umleið ein og ein hálvan tíma, góðkendu Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen samgonguskjalið, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sitið við seinastu stóru vikuna.
Tað er sent til rættlestur einaferð afturat, men annars er tað liðugt. Samgonguleiðarin staðfestir eisini fyri Portalinum og FM1, at eingin snøkul er eftir, sum hann veit um - heldur ikki í mun til hvørji sjey fólk fara út í Landsstýrið.
Sjálvur hevur Beinir Johannesen staðfest, at hann verður Føroya Løgmaður - tann yngsti í søguni. Annars vilja hvørki hann ella nakrir av formonnunum seta orð á landsstýrisfólk. Og hetta verður ikki endaligt fyrrenn mánadagin, tá tingfundurin verður.
Sí eisini: Nýggi løgmaðurin: Tað skal man venja seg við
Sí yvirlit: - Hesi sjey aðalráðini vera í nýggju samgonguni
Gitt og mett fer at verða um landsstýrið áðrenn, men vit noyðast bert at gita um samgonguskjalið nakrar tímar afturat:
ABC-samgongan fer at kalla inn til tíðindafund klokkan 11 í morgin, hósdagin 9. apríl. Tá verður samgonguskjalið lagt fram.
Annars avdúkaði Beinir Johannesen fyri okkum fyri løtu síðani, at í samgonguskjalinum er stórur dentur lagdur á nýskipanir í samfelagnum - og at loysa bústaðartrupulleikan so væl og skjótt sum gjørligt.
Meira um hetta verður at frætta í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald