- Um tú spurdi meg beint eftir valið, og mítt persónliga val, hevði eg sagt, at hatta var tað. Men sum tíðin nú gongur, so kemur tankin um, at "kanska man kann mobilisera aftur". Men tað er ov tíðliga enn.
Fyrst skal Djóni Nolsøe Joensen hugsavna seg um at vera Djóni aftur og ikki "politikkarin Djóni", sum glyvramaðurin í høvuðsstaðnum hevur verið, síðani hann kom inn sum fast varafólk hjá Javnaðarflokkinum í 2015.
Hetta staðfestir 53-ára gamli pedagogurin fyri Portalinum og FM1, tá vit hittu hann í Smæruni í gjár.
Har "handaði Djóni Nolsøe Joensen" staðfettina víðari til Bárð á Lakjuni, ið sum landsstýrismaður í Mentamálum, eisini skal umsita Barna- og Útbúgvingarmál. Hetta var aðalráð fyri seg í seinasta tingskeiði - eitt tá nýtt aðalráð, sum Djóni Nolsøe Joensen umsat.
Fráfarandi landsstýrsmaðurin helt fyri, at hann fegnast um, at økið er í góðum hondum, og at arbeiðið við føroysku Barnalógini heldur fram.
![]()
![]()
Djóni Nolsøe Joensen segði nøkur orð við Bárð á Lakjuni í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Stóri flytidagurin hjá landsstýrinum
Sum hann kom inn, so fekk Javnaðarmaðurin stóra afturgongd á valinum 26. mars: Nærum 300 atkvøður fór Djóni Nolsøe Joensen aftur, í mun til løgtingsvalið í 2022, tá hann var triðvaldur hjá Javnaðarflokkinum. Tær 202 atkvøðurnar fyri 20 døgum síðani gjørdu, at hann var á 9. plássi hjá Javnaðarflokkinum.
Í løtuni umhugsar Djóni millum annað nakrar umsóknir og venur seg við nýggju tilveruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald