Drúgvu samgongusamráðingarnar í Danmark tóku eina brádliga vend fríggjadagin, tá Lars Løkke Rasmussen fór frá samráðingunum. Úrslitið av einum nýggjum kongsumfarið gjørdist, at Troels Lund Poulsen varð útnevndur til samráðingarleiðara.
Harvið hevur formaðurin í vinstra flokkinum (Venstre) nú mandatið.
Tað merkir ikki, at alt nú gongur við rúkandi ferð. Og meðan bíðað verður eftir nýggjari stjórn í Danmark, hoyrast viðmerkingar frá øðrum politikkarum, sum ikki sleppa uppí. Ein teirra er virkandi statsminastarin, sum nú stendur til ikki at gerast tað aftur.
- Nú er Lars Løkke farin frá teimum samráðingunu, vit vóru farin í gongd við, og sum eg hildu vóru góðar: Felagsmongdin var sterk og progressiv, sigur Mette Frederiksen við danskar miðlar í dag.
- Nú má Venstre fortelja, hvussu flokkurin tey hava hugsa sær at takkla hetta.
Mette Frederiksen vil ikki svara uppá, um Socialdemokratiet fer at sita í andstøðu, uttan so hon verður statsministari.
Forkvinnan í flokkinum vísir tó á, at Venstre í valdystinum hevur gjørt greitt, at man fer eftir at gera eina brogarliga stjórn. Og Socialdemokratiet verður ikki partur av slíkum.
![]()
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald