MOWI partabrævið, sum vit hava í okkara partabrævasamanseting, er kl. 11.30 í dag økt 3,18 prosent í kursvirði til NOK 194,4.
Orsøkin er, at MOWI í morgun fráboðaði marknaðinum, at felagið hevði eina samlaða tøku 2. ársfjórðing upp á 150.000 tons samanborið við metingina á 140.000 tons og tøkuna 2. ársfjóring 2025 á 133.000 tons.
Men tað sum marknaðirnir serliga leggja til merkis er, at rakstrarúrslitið (EBIT) var 231 mió.EUR sammett við 189 mió.EUR 2. ársfjórðing 2025. Vøksturin í úrslitinum er tískil 22 prosent í mun til sama tíðskeið í 2025 og 16 prosent hægri enn greinarar mettu úrslitið upprunaliga at blíva.
Nevnast kann eisini at føroyski parturin av MOWI tók 2.500 tons av laks 2. ársfjóring og vinningurin (EBIT) var 1.60 pr. kg (11.96 DKK/kg)
Sambært Ilaks í Norra, verður mett, at fleiri partabrøvagreinarar, so sum SEB, Pareto og Fernley, vilja hækkað sínar metingar um 2026 úrslitið hjá MOW.
SEB metir MOWI partabrøvi til NOK 230, sum liggur 18 prosent hægri enn núverandi kursur á NOK 194,4.
--
Aðrar greinar um íløgur í partabrøv
Føroya Banki eitt av bíligastu bankapartabrøvum á danska keypssskálanum
Bakkafrost partabrævið samanborið við MOWI og Salmar partabrøvini
Partabrævaíløgan fyrra hálvár ein vøkstur uppá hálvtannað prosent
Samansetingin vøkstur upp á 4,3 prosent í ár
Partabrævasamansetingin gav eitt avkast upp á 5,44 prosent í januar
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald