- Eg kann vátta, at eitt av okkara skipum hevur verið fyri óhappi í nátt. Júst hvat er hent og hvat orsøkin er, vita vit ikki enn. Eg kann bara siga, at talan er um eitt óhapp, sum ikki burdi verið hent, og vit kunnu bara fegnast um, at ongin mansskaði er hendur, hvørki umborð hjá okkum ella á boripallinum.
Soleiðis sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore í morgun.
Tað var MV Sjóborg, sum undir lasting í nátt beint fyri klokkan 2 norska tíð, bar við ein norskan boripall í Norðsjónum. Farið fór beinanvegin at flyta tey gott 200 fólkini á boripallinum í land orsaka avhendingini.
- Tað var masturin á Sjóborg, sum tók í framleiðslupallin Statfjord A. Okkurt bendir á, at tað vóru lívbátarnir á pallinum, sum vórðu raktir.
- Eftir hendingina setti felagið Equinor í verk eina evakuering av pallinum – slíkt er standard tilbúgving eftir ein slíkan tilburð, greiðir Jens Meinhard Rasmussen frá.
Sjóborg er nú á veg móti landi. Kósin er sett móti Bergen-leiðini, har skipið fyrst skal sleppa sær av við lastina, og síðan skulu skaðarnir á mastrina kannast, upplýsir stjórin á Skansa Offshore.
12 mans eru við Sjóborg – allir føroyingar.
- Nú hevur tað týdning fyri okkum, at vit fáa avklárað hvat tað júst var, sum hendi í nátt. Í løtuni er tað bara talan um spekulasjónir, og tær skulu helst skjótast gjørligt kunna skiftast út við fakta. Tað er altso ikki talan um, at Sjóborg sigldi á boripallin. Hon lá still og lastaði, tá masturin bar við pallin. Men júst hví tað hendi, skal nú kannast gjølligari. Slíkt eigur jú ikki at henda, staðfestir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansa Offshore.
Les eisini: Sjóborg rendi á boripall í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald