Føroya Sjómannadagur fyllur eitt sindur í Klaksvík hesa vikuna. Stóri dagurin er leygardagin, men onnur tiltøk seta sín dám á áðrenn.
Fríggjadag er sum vant fiskikapping og síðani stóra vatnkríggið á Vágni - við sløkkiliði og øllum.
Sí eisini: Aftur økt um fish and chips framleiðsluna á Sjómannadegnum
Lagt varð fyri við Fiskivinutingi og fyrilestrum og KG Hotell, og í kvøld verður nýggja og snøgga gistingarhúsið í býnum karmur um eina serstaka samrøðu.
Blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, tosar við 83 ára gamla Jóan Petur Klein um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum.
Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988. Eisini verður hugt aftur á barna- og ungdómsárini í Hattarvík.
Tiltakið byrjar klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald