Enn er ikki greitt júst nær jarðarferðin hjá norska Haraldi kongi, sum andaðist fríggjamorgunin, verður, men hon verður í fyrsta lagi tíggju dagar eftir deyða hansara.
Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre við NRK, eftir at hann hevði verið til minningargudstænastu í dómkirkjuni í Oslo í dag.
Sambært Støre verður jarðarferðin í viku 37 - millum 7. og 13. september í dómkirkjuni í Oslo.
Olav kongur, pápi Harald kong varð jarðaður í 1991 13 dagar eftir deyða hansara, skrivar Ritzau.
Les eisini: Haakon kongur tikin í eið týsdagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald