Mentan

Føroyingar, av sonnum komu saman

Klumma: Fetini vóru serliga løtt, smílini vóru serliga bjørt og fagnaðurin sendi ljós í allar ættir. Frøin var á so miklum hæddum, at tvøroyrarmenn og vágbingar hálsfevndust, og tjóðveldis- og sambandsfólk skálaðu.

Niklas Nikolajsen her uttan fyri Luke's

Niklas Nikolajsen her uttan fyri Luke's

2026-09-27 21:39 Author image
Tormóður P. Djurhuus
placeholder

Klokkan 13 vórðu dyrnar í Pumpuhúsinum latnar upp, til ársins lestrargongu, og fyltust hallirnar so við og við. Fleiri høvdu longu kanna sær fyrstu laggardroparnar, tá ið tey stemplaðu inn í Pumpuhúsinum, meðan onnur spardu seg til gonguna. Leikur fór róliga fram, men hekk ein spenningur í luftini - okkurt var ávegis. Hetta var lognin áðrenn ódnina; har byrjaði spakuliga at koma lív í grýtulokið.

[object Object]

Um fýra tíðina byrjaðu fólk at leita sær út í garðin; tíðin var búgvin, nú var tað gongan! Føroyskir herar spjaddu seg og marsjeraðu gjøgnum gøturnar. Gongulagið var lætt, men málvíst, tá ið 600 føroyingar løgdu leiðina, móti vallum við glaðum grísum og gyltum hornum. Á teinunum millum ymsu vallirnar, skaraði lestrarfjøldin úr myndini. Fetini vóru serliga løtt, smílini vóru serliga bjørt og fagnaðurin sendi ljós í allar ættir. Frøin var á so miklum hæddum, at tvøroyrarmenn og vágbingar hálsfevndust, og tjóðveldis- og sambandsfólk skálaðu.

Rómur, smíl og gleðisrúsur vuksu við hvørjum tíma, og er onki undur í, at hesin dagur er so høgt í metum, hjá teimum, ið hava verið partur av honum.

Hæddarpunktið á sjálvari gonguni var Luke's - barrin hjá navnframa føroyinginum, Niklasi Nikolajsen. Tað fyrsta, ið ein sá við framkomu, var ein hálvur hjallur av føroyskum seyðalimum, sum stóðu og bíðaðu eftir, at tað beliv teirra túrur at sleppa á brettið, meðan føroyskur durasnapsur stóð og lúrdi nakrar metrar longur yviri. Ein hópur stóð á gongubreytini og vegnum frammanfyri barrina, tá ið undirritaði kom fram. Um tað var skerpikjøtið, snapsurin ella heystarsólin, sum helt teimum uttandura, er trupult at siga, men løtan átti ein heilt serligan dám. Mitt í rokanum stóð verturin, Niklas, í føroyskum vesti og føroyskari húgvu, og syrgdi fyri, at onki restaði í av nøkrum.

[object Object]

Gongan helt á til um 22 tíðina, og byrjaðu fólk síðan at leita sær yvir aftur í Pumpuhúsið. Tað bæði sást og hoyrdist, at hýrurin nú var í topp.

Innanveggja bleiv enn eitt lag lagt omaná. Heimurin handan myrku veggirnar í Pumpuhúsinum hvarv og var fjøldin sum negld í løtuni.

[object Object]

Tá ið ein rúmur tími var liðin, byrjaði skipaða kvøldarskráin, har Kular Røtur settu hol á. Grýtulokið hevði fyri langari tíð síðan mist takinum og stóð man nú mest sum bara og bíðaði eftir, at takið fekk somu lagnu. Sangirnir, sum hava verið við til at mynda barnaárini hjá so mongum, munnu sjáldan hava runga við slíkari almegi, sum teir gjørdu hetta heystkvøldið í danska høvuðsstaðnum. Føroyska framtíðin sólaði sær í fortíðini og sang við á hvørjum orði.

Eftir røturnar, yvirtók Marius DC pallin, og helt hansara tiltikna orka og lívligu løg, ferðini á hjólunum uppi. Her var ongin vegur aftur.

Dessertina borðreiddi Háberg. Brøðurnir, Petur og Hjørtur, stóðu fyri at diska til dansin, og var hýrurin á gólvinum av hægstu hyll. Í besta Hans og Hans stíli, dansaðu ungfólkini í náttini, sum tey saman høvdu ognartikið.

Sí eisini: Myndir: 600 føroysk lesandi á lestrargongu

Les eisini: Tað er nakað heilt serligt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder