Innanlands

Sissal við í Golden Maps

- Tit skulu ikki føla, at tykkara lív er oyðilagt, tí okkurt keðiligt svín sendir tykkara privatu myndir runt, sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-30 10:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi upplivað tað løgnasta. Eg eri ringd upp av føroysku løgregluni.

Soleiðis byrjar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen í einari videoupptøku á Tiktok.

Politisturin greiðir føroysku songkvinnuni frá, at teir eru í gongd við at mál, har fimm menn eru handtiknir og tað er millum annað sonevnda Golden Maps, sum málið snýr seg um.

Hon greiðir síðan dønum frá, hvat Golden Maps nú einaferð er, og at tað skal vera ein mynd av henni í hesari mappuni, sum er farin runt.

At síggja myndina av sær sjálvum slapp hon ikki, men út frá tí, hon fekk forklárað, væntar Sissal, at myndin er frá umleið 2017, og tá hevur hon verið eini 22 ár. Myndin skal vera tikin frammanfyri eitt spegl og ein studentahúgva er í bakgrundini.

- Eg áni ikki hvønn eg havi sent til. Eg sendi ikki nakinmyndir tá, sigur Sissal í upptøkuni, og skemtar eisini við, at hon sær nógv betri út nú, enn hon gjørdi tá.

- Tað er ikki tí, eg ikki síggi álvaran í hesum. Hetta er bara fyri at siga til tær, har privatar myndir eru sendar út, at tit hava einki galið gjørt.

- Tit skulu ikki føla, at tykkara lív er oyðilagt tí okkurt keðiligt svín sendir tykkara privatu myndir runt. Og hvør leggur í. Tað er bara ein nakin kroppur, sum vit øll hava, endar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen so við.

Løgreglan skuldsetti í síðstu viku fyra mans í málinum. Harumframt varð ein maður handtikin og skuldsettur í Danmark. Menninir, sum eru millum 28-48 ár, eru skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum.

Tað er ólógligt at deila myndir av øðrum uttan samtykki.

Les eisini: Fimm mans handtiknir fyri at deila privatar myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder