Innanlands

Koyrdi út fyri knallert í Runavík

Bilførarin helt ikki víkiskyldina, men tíbetur hendi eingin fólkaskaði.

2026-11-04 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umframt mongu bøturnar og klippini, sum løgreglan gav í gjár, var eitt ferðsluóhapp.

Hetta fór fram í Runavík, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna, tá viðkomandi skuldi koyra út á vegin.

Hetta hevði við sær, at bilurin rendi á eina knallert.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at materiellur skaði var men eingin fólkaskaði.

Roknast kann við, at bilførarin fær bót og klipp fyri hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder