19. november endaði ein býráðsfundur í reinum ruðuleika. Runukast og illvilji millum flokkar og ávísar politikkarar hevur merkt partar av valskeiðnum í Tórshavnar kommunu, og hetta var dropin.
--
Her sæst ein partur av ruðuleikanum í síðstu viku:
Sí eisini: Ruðuleiki á Vaglinum
Tað gekk ein vika. So boðaði Elsa Berg frá, at samstarvið við Javnaðarflokkin er endað.
Harvið eru Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen og Kristianna Winther Poulsen úti. Samgongan í landsins størstu kommunu telur nú fimm fólk: Guttorm Skála (Borgaralistin), Elsa Berg, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk og Anju Weyhe (Tjóðveldi). Men man skal hava minst sjey fólk fyri at hava meiriluta.
- Einki er fastlagt enn, men vit hyggja eftir hvørjir møguleikar eru, segði Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Dag og viku hóskvøldið.
Les eisini:
Elsa Berg: - Vit hyggja eftir øðrum samstarvsmøguleikum
Tørvur er á minst tveimum býráðslimum afturat, og harvið er ikki nóg mikið við Annfinni Brekkstein og Sambandsflokkinum.
Møguleiki er at víðka meirilutan við fleiri flokkum - sum skilst er allir møguleikar á borðinum. Fólkaflokkurin hevur tveir býráðslimir, Kommunulistin tveir býráðslimir. og Sambandsflokkurin ein býráðslim.
Tað valdaði stór óvissa eftir valúrslitið, og nógvir ymiskir samgongumøguleikar vóru. Tað gingu undir tvey ár, áðrenn tað skrædnaði á Vaglinum, og nú skal ein nýggj loysn finnast skjótt fyri at fáa skipa samgonguna í landsins valdmiklasta býráði, so at tað veruliga er arbeiðsført til endan av 2028.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald