Mentan

Skráin til G! Festivalin liðug

Á skránni eru 70 ymisk tiltøk og konsertir, og byrjað verður longu mikudagin, tá tjaldingarøkið letur upp, og skipað verður fyri rapp konsert

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-07-06 18:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um fimm dagar byrjar ársins G! Festivalur, og endaliga skráin er nú klár.

Á skránni eru 70 ymisk tiltøk og konsertir.

G! Festivalurin og Sona samstarva um kunningarátøkini. Til ber at fylgja við á Sona appini.

Fyri mong byrjar festivalurin longu mikudagin, tá tjaldingarøkið letur upp klokkan 16, har tjaldarar skipa fyri rapp konsert longu mikukvøldið.

Heitt verður á fólk um at fáa sær armband á, longu áðrenn tey koma inn á økið. Armbond verða ásett í SMS, á Magn við Ringvegin, Magn í Gøtudali og í Tøting.

Til ber at taka skránna niður her.

 
[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder