Innanlands

Fundast við baklandið í kvøld

Hava fundast um landsstýrisessir í allan dag - nú skal baklandið kunnast, og síðani hittast formenninir aftur seinni í kvøld

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-11 17:54 Author image
Sverri Egholm

Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin hildu fram fyrrapartin, og í dag varð sjóneyka sett á málsøkini.

- Allir flokkar vilja hava alt, og tí má man finna semjur, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari.

Nú fara flokkarnir á fund við baklandið, og ætlanin er síðani, at formenninir seta seg saman seinni í kvøld um níggju tíðina ella.

Tað kann blíva seint, men Bárður á Steig Nielsen leggur dent á, at tað ikki loysir seg at sita seint út á náttina.

Flokkarnir eru ikki enn komnir heilt á mál við samgonguskjalinum, og hetta skal tí eisini fínpussast áðrenn tað verður lagt fram alment. Tað kann vera í kvøld, í morgin fyrrapart, men tað kann eisini vera seinnapartin í morgin.

Les eisini: Bárður á Steig Nielsen: Samansetingin av aðalráðum verður helst broytt

placeholder
placeholder