Innanlands

Útselt: 1600 atgongumerki seld uppá sjey tímar

Norðurlandahúsið upplýsir, at áhugin fyri Týr og Føroya Symfoniorkestur er ovurhonds stórur, og talan varð um metsølu

Mikudagin varð kunngjørt, at Týr og FOS fóru at samstarva um tvær konsertir í Norðurlandahúsinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mikudagin varð kunngjørt, at Týr og FOS fóru at samstarva um tvær konsertir í Norðurlandahúsinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-20 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin kunngjørdi Norðurlandahúsið, at Týr og Føroya Symfoniorkestur fóru at hava tvær konsertir í februar

Í gjáramorgunin byrjaði atgongumerkjasølan, og eftir bert ein hálvan tíma vóru helmingurin av teimum 1600 atgongumerkjunum seld  

Eftir sjey tímar var alt útselt. Norðurlandahúsið upplýsir, at tað hevur ongantíð gingið so skjótt at selja atgongumerkji til tvær konsertir áður, og nú verður arbeitt við møguleikanum fyri einari eykakonsert. Meira upplýsingar verða um hetta mánadagin

Konsertirnar, har pláss er fyri 800 fólkum til hvørja, verða 7. og 8. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder