Innanlands

Veðrið elvt til fleiri trupulleikar um vikuskiftið

Fleiri bilar hava staðið fastir, fleiri bilar koyrdu útav, og nakrar fráboðanir hava verið um húsaskaðar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-12-08 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið hevur verið rættiliga ringt bæði í gjárkvøldið og í nátt, og nógvi vindurin og avfallið hevur bæði elvt til ferðslutrupulleikar, streymslit og húsaskaðar.

Fleiri bilar hava staðið fastir á eitt nú Gøtueiði, á Velbastaðhálsi og við Vestmannavegin, og hava fólk tí verið noydd tat lata bilin standa, tá tey ikki sluppu víðari.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at neyðugt hevur verið at sent boð eftir Landsverki at fáa tey at flyta bilar.

Higartil hevur løgreglan eisini fingið tvær fráboðanir um húsaskaðar orsakað av vindinum. Eina á Sandi og eina í Suðuroynni.

Fleiri smá ferðsluóhapp vórðu eisini skrásett í gjár, har bilar vórðu farnir á glið í hálkuni. Eitt ferðsluóhapp var á Sandi, eitt í Havn, eitt á Streymnesi, og eitt við Velbastaðháls. Men hvørki akfør ella fólk fingu nakran skaða, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder