Grundlógaravhoyr móti 35 ára gamla manninum, sum í gjárkvøldið skeyt eftir løgregluni, og eftir hetta sjálvur var raktur av skotum frá løgregluni, er í Føroya rætti seinnapartin.
Ákæruvaldið vil hava mannin skuldsettan fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu.
Ákærin, Linda Hesselberg, greiddi frá, at politisturin varð um 22:50 tíðina í gjár raktur av tveimum høglum í andlitið og 30 í hjálmin.
35 ára gamli maðurin varð eisini raktur av skotum frá løgregluni, og til grundlógaravhoyringina varð greitt frá, at hann liggur á intensivari deild á Landssjúkrahúsinum, og fekk tí ikki møtt upp í rættinum.
Tað kom ikki fram, áðrenn hurðarnar vóru latnar aftur, hvørjar skaðar maðurin hevur fingið.
Fyri ikki at órógva kanningarbeiðið hjá løgregluni, sum millum annað skal avhoyra vitni, vildi Linda Hesselberg hava grundlógaravhoyringina fyri afturlatnum hurðum. Dómarin tók løtu seinni avgerð um, at soleiðis skuldi vera.
Sostatt vórðu miðlarnir, sum vóru í rættinum, bidnir um at fara út meðan viðgerðin fór fram.
Les eisini: Løgreglan skeyt eftir hóttandi persóni í Miðvági
Les eisini: Granni: - Tað var forferdiligt
Sí eisini: Myndir: Stórur partur av býlinginum í Húsi avbyrgdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald