Uttanlands

Iranski leiðarin: Vit fara at hevna okkum

USA kann vænta sær hevnd eftir álopið í Bagdad, sum drap Qassem Soleimani, sigur ayatollah Ali Khamenei

Qassem Soleimani, sum doyði í amerikanska álopinum í nátt (Mynd: EPA)

Qassem Soleimani, sum doyði í amerikanska álopinum í nátt (Mynd: EPA)

2020-01-03 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA kann vænta sær eina brutala hevnd, eftir at USA í einum rakettálopi í Bagdad drap iranska generalin Qassem Soleimani í nátt.

Hesum boðaði ovasti andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei, frá á Twitter í morgun.

Samstundis hevur hann lýst landasorg í Iran næstu tríggjar dagarnar, skrivar Ritzau.

Soleimani var herovasti hjá Quds-deildini, sum er ein serlig deild undir iransku kollveltingarverjuni.

Eftir álopið hjá USA hevur amerikanska sendistovan í Bagdad eisini heitt á allir amerikanarar um at fara úr Irak beinanvegin.

Les eisini: Amerikanarar eiga at fara úr Irak beinanvegin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder