Í morgun boðaði Strandferðslan frá, at Smyril vegna veður siglir seinasta túrin í dag klokkan 16 úr Havn.
Og nú verður eisini boðað frá avlýsingum á leið 60 og 61 – siglingina millum Skopun, Gomlurætt og Hest.
Strandferðslan skrivar soleiðis á heimasíðuna:
- Fyri veður verður seinasti túrur úr Skopun kl. 18.35 og seinasti túrur av Gomlurætt kl. 19.10. Siglt verður ikki út í Hest kl. 19.10.
Leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, koyrir heldur ikki til Fámjins fyribils, upplýsir Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald