Talið av koronasmittaðum í Føroyum vaks við heili 29 uppá eitt samdøgur. Hetta gjørdist greitt í gjáramorgunin.
Nýggjastu tølini verða nú gjørd upp av landslæknanum og hasara toymi. Lars Fodgaard Møller sum í Degi&Viku í gjárkvøldið enn einaferð gjørdu greitt, at talið fer at vaksa munandi, men at tað snýr seg um at fáa so flata kurvu sum gjørligt. Áleið 200 fólk vórðu kannaði í gjár - 247 fólk eru skrásett at vera í sóttarhaldi.
Sí tølini her
Hóast gongdina og heldur døpru útlitini er at fegnast um, at eingin av teimum smittaðu er innlagdur, og eingin er sambært Lars Fodgaard Møller álvarsliga sjúkur.
Tey, sum higartil eru rakt, eru fyri tað mesta ung. Tey harðast raktu støðini eru Havn og Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald