Innanlands

– Málið er at fáa pengarnar við á eykajáttan í heyst

Enn er ikki ov seint at finna eina semju um stuðulin til TROM, og málið verður tikið upp á landsstýrisfundi týsdagin, sigur Helgi Abrahamsen

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd)

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd)

2020-06-28 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skal krimirøðin TROM takast upp í Føroyum er neyðugt við fýra milliónum í afturberingarstuðli úr landskassanum, men higartil er hesin stuðulin ikki játtaður.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur tó, at tað enn ikki er ov seint hjá teimum at finna eina semju um hetta.

Har er øgiliga breið undirtøka í samgonguni um at játta pengarnar, og fer hann at taka málið upp á landsstýrisfundi týsdagin, sigur Helgi Abrahamsen við Útvarpið. Hoyr innslagið her.

Málið er at fáa pengarnar við á eykajáttan í heyst.

Eysturkommuna hevur longu boðað frá, at hon er sinnað at lata eina mió. krónur í stuðli við tí treyt at munandi stuðul eisini verður latin úr landskassanum. 

Les eisini: Eysturkommuna letur eina millión til Trom

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder