Innanlands

Øll búfólkini á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi fingið bústað

Eftir at eldur kyknaði í heiminum í gjár, eru 14 fólk flutt av Demensdeildini í annan bústað

Mynd: Kringvarpið

Mynd: Kringvarpið

2020-07-04 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár kyknaði eldur uttanfyri køkin í Demensdeildini í Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík.

Talan var ikki um nakran stóran eld, men royk- og vatnskaðin var kortini so stórur, at neyðugt var at flyta 14 av teimum 22, sum búðu á Demensdeildini, í annan bústað.

Klokkan 20 í gjárkvøldið høvdu tey øll 14 fingið innivist, og øll hava tey eisini fingið egið kamar uttan tey, sum eru flutt inn til hjúnarfelagan at búgva, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari fyri eldrasamstarvið Roðin, við Útvarpið.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder