Innanlands

Føroyavinur høgra hond hjá Biden forseta

Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, ið hevur stóran alsk til Føroyar, fær helst ein týðandi sess í Biden fyrisitingini í Hvítu Húsunum

Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum her saman við sínum góða vinmanni og Føroyavini Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanska sendiharranum í Danmark, sum nú fær týðandi starv í amerikansku stjórnini (Mynd Jan Müller)

Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum her saman við sínum góða vinmanni og Føroyavini Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanska sendiharranum í Danmark, sum nú fær týðandi starv í amerikansku stjórnini (Mynd Jan Müller)

2021-01-20 15:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað mundi óivað koma óvart á mong í Føroyum eisini, tá tíðindi herfyri bórust um, at Føroyavinurin Rufus Gifford kann fáa ein týðandi leiklut í nýggju Biden stjórnini, sum í dag tekur við eftir Donald Trump.

[object Object]Joe Biden, sum tekur við sum forseti í USA í dag

Um nakrar fáar tímar tekur Joe Biden við sum 46. forsetin í USA. Við hansara lið komandi fýra árini fer eftir øllum at døma at standa Føroyavinurin, fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford. Hóast avgerðin ikki er endalig enn, so ljóðar, at hann er í uppskoti  at røkja týðandi starvið sum varauttanríkisráðharri og protokollstjóri í Hvítu Húsunum. Harvið fer hann m.a. at standa fyri samskifti USA  við umheimin og tað merkir eisini Føroyar.  

Rufus Gifford var ein av týðandi stuðlunum hjá Biden undir øllum valstríðnum og eigur tí sín part av æruni av forsetaskiftinum í dag. Nógvir  føroyingar munnu minnast sama Rufus, tá hann setti stóra Pride tiltakið í Havn nøkur ár herfyri. Og seinni eisini sum gestur hjá táverandi landsstýrismanninum í vinnu- og uttanríkismálum, Poul Michelsen,  til stóra hátíðarhaldið á Vaglinum á ólavsøku. 

Við til at tryggja Obama og Biden sigrar
Ein av teimum føroyingum, sum hevur havt eitt serligt og tætt  tilknýti til Rufus Gifford, er ein av Føroya mest royndu politikarum, Poul Michelsen.

Í dag situr Poul Michelsen á síðulinjuni, nú hann er farin úr politikki, og eygleiðir, hvat m.a. fer fram í USA í hesum døgum. Og hann dylur ikki fyri, at tankarnir ganga m.a. til vinmannin  Rufus Gifford, sum skjótt fer at hava ein týðandi leiklut í nýggju Biden umsitingini.

Rufus Gifford er kendur fyri at hava verið ein drívmegin fyrst í valinum av Obama og nú aftur í valinum av Biden. Obama sá so stórt í manninum, at hann fekk sendiharrastarvið í Danmark og harvið kom at vísa Føroyum serstakan áhuga.  Og nú tekur  eftirmaðurin í demokratiska flokkinum  sama Rufus við sær inn í Hvítu Húsini.  

Sum sendiharri fyri alt danska kongaríkið vitjaði Rufus Gifford eisini nakrar ferðir  í Føroyum og knýtti bond her. Hann gjørdist skjótt hugtikin av Føroyum og føroyingum undir sínum vitjanum, og sambært Poul Michelsen, sá hann m.a. nakað stórt í stríðnum her fyri at geva samkyndum somu rættindi sum allir aðrir borgarar í landinum.

Í støðu síni sum bæði landsstýrismaður í bæði vinnu- og uttanríkismálum sá Poul Michelsen stórar møguleikar at menna samstarvið millum Føroyar og USA og harvið knýta londini tættari saman.

Og tí varð tað eisini sera kærkomið fyri hann at kunna samskifta  við amerikanska sendimannin í Danmark, sum jú eisini hevði Føroyar sum sítt arbeiðsøki.  Men so kom nýggjur forseti í Hvítu Húsini, og Rufus varð avloystur av sendikvinnu sett av Trump forseta.

Tá Poul Michelsen  hyggur í bakspeglið, so viðgongur hann, at  Rufus Gifford var ein góður maður fyri Føroyar, og tí var hann als ikki fegin um, at hann skuldi skiftast út.

[object Object]
Amerikanski flotamálaráðharrin Ray Mabus vitjaði í Føroyum nøkur ár herfyri og hevði fund við táverandi landsstýrismannin í uttanríkismálum Poul Michelsen. Tað man eisini hava verið fyrstu ferð, at amerikanskur ráðharri hevur vitjað her.

Løgdu lunnar undir samstarvsavtalu
Nú tað so frættist, at Rufus Gifford skal hava ein  týðandi leiklut í nýggju demokratisku fyrisitingini undir Joe Biden spurdi Portalurin Poul Michelsen, hvat hann heldur um samstarvið við sendimannin  og nú eisini útnevningina av hesum týðandi Føroyavininum til at gerast ein høgra hond hjá nýggja forsetanum. 

“Rufus og eg høvdu avtalað at gerast skuldi ein nýggj samstarvsavtala millum Føroyar og USA, har Føroyar fingu eitt beinleiðis samstarv við USA, bæði parlamentariskt og fyrisitingarligt. Bara at samskifta gjøgnum danskar politikarar mettu vit ikki var rætti vegurin. Hesum hóvaði ikki  nýggja sendifólkinum. Tá so amerikanski flotamálaráðharrin, Ray Mabus, vitjaði í Føroyum fyri umleið fýra árum síðani, nevndi hann, at virksemið kring Føroyar fór at tvífaldast innan stuttan tíð orsakað av polariseringini millum eystur og vestur. Áhugin fyri at hava eitt tættari samskifti og samstarv beinleiðis millum USA og Føroyar, heldur Poul Michelsen, kølnaði tó eftir, at Rufus varð avloystur, men hevur tað so tikið seg upp aftur seinni.

“Vit vildu hava eina sendistovu, og hon skuldi vera í New York heldur enn í Washington, m.a. tí ST-felagsskapurin  heldur til har og harvið kundi tað vera grundarlag fyri  samstarvi við mong onnur lond eisini. Samstarvið skuldi so fyrst og fremst snúgva seg um handil. 

Eg ivist onga løtu í, at Rufus Gifford hevur lagt Føroyar aftrat sínum hjartað. Eisini tí hann visti, hvat stríð vit í Føroyum høvdu havt fyri at fáa viðurkenning fyri tí lívsstíli, sum hann nú einaferð varð noyddur at hava.Tað hevði hann stóra virðing fyri. Eg hevði varhugan av tá, at hann kundi  spaða til at gera okkum føroyingar til ein verdugan partnara hjá teimum, og tí helt eg eisini, at vit skuldu strongja á at fáa eina sendistovu í USA áðrenn Ísrael.  Sjálvur meti eg USA at hava størri týdning fyri okkum ikki minst geopolitiskt eftir vaksandi raðfestingina av Arktis og handilsligt, nú amerikanski marknaðurin er so stórur.”

Gott við Føroyavini í Hvítu Húsunum
Poul Michelsen vónar, at Føroyar og føroyskir politikarar fara at raðfesta USA hægri í framtíðini, og kann  ein Føroyavinur sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum vera við til at skunda undir eina slíka tilgongd, tá vil hetta vera gott fyri allar partar og ikki minst fyri Føroya framtíð.  

Tó vælvitandi um at Rufus Gifford fyrst og fremst fer at virka sum professionellur embætismaður. Men av tí at hann kennir Føroyar kanska betri enn mong í USA, kann hann gera nakað gott fyri Føroyar, soleiðis at vit undir eini Biden-stjórn fáa eitt beinleiðis samstarv við diplomatiið og politisku skipanina í USA – og har  vit kunnu hava okkara fólk har yviri og harvið fingið eitt betri beinleiðis samskifti og samband  við USA, enn tað vit hava gjøgnum ta donsku skipanina. Týdningurin at hava eitt beinleiðis samstarv við USA má fáa hægstu raðfesting, nú vit longu hava sendistovur í bæði Kina og Russlandiheldur hesin royndi føroyski politikarin.

Poul Michelsen heldur sjálvur, at tað kann vera gott fyri Føroyar at eiga ein Føroyavin sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum, nú hann kennir so nógv til Føroyar og føroysk viðurskifti,  og hann vónar, at okkara verandi og komandi politikarar og embætisfólk fara at gera brúk av hesum møguleikanum í tann mun tað ber til.

Áhugin hjá USA fyri Arktis og harvið eisini Føroyum, heldur hann, eigur at kunna tengjast saman við føroyska áhuganum og ynskinum um at fáa betri og meira beinleiðis samband til USA eitt nú á handils- og marknaðarøkinum.  

Sum sagt var Rufus Gifford  avloystur av øðrum sendifólki, tá Trump tók við sum forseti í USA. Poul Michelsen var sjálvandi harmur um tað, vitandi at Rufus hevði eitt brennandi ynski um at koma aftur til Føroya. Rufus er eisini eitt rúmligt menniskja við bæði stórari vitan um og tokka til Føroyar. Og nú hann lítur aftur um bak, so kemur Poul Michelsen serliga at hugsa um ta løtuna, tá sendimaðurin slapp at uppliva tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuna.

“Hann græt so rørdur var hann at standa undir tinghúsinum á ólavsøku og hoyra sangin har. Hann hevur ikki gloymt Føroyar, og tað kemur hann ongantíð at gera. Hvussu man so kann brúka hetta veldst alt um, hvat vit kunnu fáa danir til at viðurkenna av okkara samstarvi við USA. Higartil hava vit so ikki hava nakrar forðingar at fáa etablerað okkum við sendifólki aðrastaðni, og tí dugi eg ikki at síggja, at tað ikki skal bera til í USA eisini.

Spurningurin er so eisini, hvat vit í Føroyum vilja satsa uppá í einum samstarvi við nýggju stjórnina í USA. Leiðin at ganga, heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin,  er m.a. tann,  at Føroyar kunnu etablera seg í USA við handli sum grundarlag og sum við tíðini kundi ment seg hartil, at man bleiv partur av einum ríkjafelagsskapi, har vit fingu okkara sjálvstøðuga møguleika at virka á uttanríkispolitiska økinum og ikki brúka alla orkuna uppá at stríðast við danir um, hvat man kann og ikki kann.”

[object Object]

[object Object]Poul Michelsen hitti sum uttanríkisráðharri báðar teir amerikansku uttanríkisráðharrarnar undir Trump, Tillerson og Pompeo.

Gott at Trump fer og Biden kemur til
Hvørjar tankar ger Poul Michelsen  sær, nú Trump fer og Biden kemur til.

“Reint menniskjansliga dámar mær ikki Trump og hansara lívsáskoðan, og haldi ikki hann er væl grundaður, meðan Biden kann taka uppaftur ta ábyrgd at vera samskipari av heimspolitikki og vera væl við tey lond, sum vit hava fyri neyðini til tess at halda spenninginum í heiminum niðri á einum haldførum støði.

Trump hevði tað fyri at klandrast og píska alt uppí svart og hvítt, og tað gjørdi hann bæði uttan fyri USA og inni í USA. So eg havi ongantíð hildið, at tann maðurin uppá nakran máta egnaði seg til at leiða tað landið, sum vit skulu hella okkum uppat og sum skuldi umboða tað frælslyndi, sum fólk og menniskju skulu hava. Eg kenni ov lítið til Biden men havi álit á, at amerikanskur politikkur fer at broyta seg nógv, nú Trump fer.  Giti vit fara at síggja republikanska flokkin fara í tvíningar. Mær dámar væl, at tað kemur ein maður sum Biden til ræðið og sum í hvussu er kann sameina ein stóran part av USA og uttan iva langt inn í republikanska flokkin eisini, meðan tann ekstremi og ábyrgdarleysi politikkurin, sum Trump hevur ført, fer í ruskspannina ongantíð ov skjótt.”

Poul Michelsen, sum sjálvur hevur vitjað USA, heldur amerikanarar vera eitt sera fryntligt og vælviljandi fólk, men sum tíverri eisini oftani eru illa upplýst og sera góðtrúgvin og tí eisini løtt at manipulera. Júst tí hevur tað eisini verið lætt hjá einum persóni sum Trump at øsa fólk upp og fáa undirtøku.

Tað er so eisini ein sannroynd, at mangir amerikanarar hava ongantíð verið uttan fyri USA ella sín egna heimstat, og harvið ikki kenna nóg væl, hvussu eitt nú lond í Evropa verða stýrd. Eg ræðist ein persón, sum kann reka fólk á henda hátt, sum Trump hevur gjørt. Hann hevur ikki gjørt sær nóg greitt, at hann hevur verið ein av heimsins leiðarum við stórari  ábyrgd.

Stríðast ov nógv innanhýsis
Tá vit spyrja fyrrverandi uttanríkisráðharran, hvussu Føroyar kunnu fáa størri rættindi aðrastaðni so sum í USA undir nýggja forsetanum,  heldur hann fyri, at okkara trupulleikar liggja ikki uttanlands. Tað er okkara stríð innanhýsis, sum ger, at vit ikki hava størri rættindi úti í heimi. Vóru vit eitt lítið sindur meira samd um, hvat vit vilja, so hevði Danmark gingið við til  at latið okkum størri ávirkan og rættindi, men tað er okkara egna split í Føroyum, sum ger, at vit ikki fáa teir fyrimunir sum ein felagsskapur sum okkara hevði kunnað fingið fyrimunir av.  Tað snýr seg um at gera okkum til ein verdugan partnara í einum ríkjafelagsskapi, uttan at tosa um loysing.

Poul Michelsen heldur annars fyri, at vit eftir hansara tykki hava allarbestu viðurskifti við danir. Teir eru avgjørt tað frægasta valið av øllum londum í heiminum  til at vera partur av, men teir mugu eisini syrgja fyri, at vit vera ein verudugur partnari í einum felasskapi.

Nú Biden stjórnin tekur við hvørja løtu vónar Poul Michelsen, at uppaftur størri dentur fer at verða lagdur frá føroyskari síðu at menna samvinnuna við USA, og hann dylur ikki fyri, at hann her hugsar eisini um gjøgnum USA at fáa økt um sjálvsvirðingina millum føroyingar at fáa størri rásarúm og avgerðarrætt - sum ein  virdur partur av einum ríkjafelagsskapi -  bæði á tí handilspolitiska og tí uttanríkispolitiska økinum, øllum til gagns.

Maðurin, sum man hava røkt flest politiskar sessir í síni tíð, Poul Michelsen, fyrst sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum, síðani sum løgtingsmaður og loksins sum landsstýrismaður, fylgir framhaldandi væl við, hvat hendir bæði á heimliga og altjóða pallinum, og hann ynskir teimum, sum í dag hava politiska ábyrgd, bæði í samgongu og andstøðu góða eydnu við arbeiðinum.

Og síðani sendir hann eisini eina heilsan til nýggja amerikanska forsetan og alt tað amerikanska fólkið. 

Les eisini:

27. juli 2016: Gifford fagnaður sum stjørna á Vaglinum

6. august 2016: Vilja byggja brýr millum Føroyar og USA

14. januar 2021: Rufus Gifford gerst siðameistari hjá Biden

 

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder