Innanlands

Læknar tala at: Vit eru farin ov langt í koronuhandfaringini

Aksel Kambsskarð Berg og Jenny í Jákupsstovu hava seinastu dagarnar orðað hvør sítt skriv, ið seta orð á, hví og hvussu tey meta stóra fokusi á korona hevur verið til skaða við millum annað at skapa óneyðugan ótta og inntriv í frælsa samfelagið, og hvussu hetta kann broytast

 Eg eri yvirbevístur um, at tað ringasta, ið korona hevur viðført er ótta, isolering og misálit, umframt ein stóran búskaparligan ávirkan. Fólk hava vent sær ímóti hvørjum øðrum. Frástøða, sóttarhald, útskamning og bólkatrýst til at avlýsa stórar veistlar og smáar gleðisløtur. Hetta sigur Aksel Kambsskarð Berg, ið eisini vísur á ymisk tøl í lesarabrævinum

 Eg eri yvirbevístur um, at tað ringasta, ið korona hevur viðført er ótta, isolering og misálit, umframt ein stóran búskaparligan ávirkan. Fólk hava vent sær ímóti hvørjum øðrum. Frástøða, sóttarhald, útskamning og bólkatrýst til at avlýsa stórar veistlar og smáar gleðisløtur. Hetta sigur Aksel Kambsskarð Berg, ið eisini vísur á ymisk tøl í lesarabrævinum

2021-12-17 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey skilja bæði óttan og fyrihaldni í samband við koronu - serliga í byrjanin tá virusi var ókent og nógv óvissa. Men læknarnir lata ongan iva verða um, at við avmarkingunum í samfelagnum og nógva, og heldur einsporaða, samskifitinum um farsóttina er ov nógvur ótti og annað ið skapar trupulleikar.

- Eg eri yvirbevístur um, at tað ringasta, ið korona hevur viðført, er ótti, isolering og misálit, umframt ein stóran búskaparligan ávirkan. Fólk hava vent sær ímóti hvørjum øðrum. Frástøða, sóttarhald, útskamning og bólkatrýst til at avlýsa stórar veistlar og smáar gleðisløtur.

Soleiðis skrivar Aksel Kambsskarð Berg í lesarabrævi í dag. Hann skrivar fyrst, at hann fegnast um, at fleiri av starvsfeløgunum í Føroyum tala at handfaringini av korona.

Læknin úr Tórshavn brúkar í skrivinum mest tíð uppá at vísa á, at útfrá tølunum, millum annað at deyðstíttleikin í Føroyum og Danmark er ávíkavíst 0,028 prosent og 0,053 prosent og helst lægri, tí korona ikki er høvuðsorsøk til deyðsfall, men undirliggjandi sjúkur, er Covid-19 ikki ein samfelagshóttandi sjúka í nógv størri mun enn, hvat aðrar infektiónir kunna verða. Tí skilur hann ikki, hví so nógv verða kannað uttan orsøk - ein læknaliga ordinatión skuldi verið krav hvørja ferð: Tað er dýrt at kanna so nógv, og "sóttarhald í hópatali og áhaldandi panikangist verður fasthildið" verður víst á.

Les eisini: Nú er bert ein innlagdur við koronu

Aksel skrivar um, at meira einføld og meira gleðilig tilvera er ynskilig nú, og hetta fæst við at steðga við at óttast korona og at liva sum um, at tað er ein veruliga hóttandi sjúka.

- Tá tað nú er greitt, at yvir 99% av borgarum hava eina milda sjúkragongd, so dugi eg ikki at síggja, hví koronavirus framvegis skal handfarast so nógv øðrvísi enn onnur virus í andaleiðini.

Sí alt lesarabrævið her - "Er korona farligt"


- Trupulleikin er í stóran mun brillurnar, vit hyggja við

Ein annar ungur lækni, Jenny í Jákupstovu úr Klaksvík, er á ymsan hátt í sama spori í sínum Facebook-uppslagi í gjár. Hon skrivar millum annað, at tað til dømis ikki gevur meining, at børn heldur ikki í ár sleppa til jólagudstænastu "orsakað av einum virusi, ið ikki ávirkar tey meira enn hini 30 ella nógv fleiri andaleiðsvirusini" Eisini vísur hon á, at tað eru onnur virus, "ið eru minst líka sjúkuelvandi sum covid-19, men sum ongin tekur upp á tunguna, tí vit orsakað av massivu korona eksponeringini í miðlunum eru blivin snævurskygd og einsporaði"

Síðani skrivar Jenny, at tað er vandamiklari hjá yngri fólki til dømis at ferðast í ferðsluni enn at verða smittað við koronu, men vandin í ferðsluni er ein grundtreyt vit liva við

-  Vit hava jú innført relevant trygdartiltøk - trygdarbelti og hámarksferð til dømis. Tá tað kemur til koronu meti eg koppseting av útsettum bólkum vera einasta fyribyrgjandi tiltakið, ið etiskt kann forsvarast at halda fram í áravís. Restin ger meir skaða enn gagn.

Les eisini: 

Gerast sjáldan álvarsliga sjúk - koppseta nú kortini 5-11 gomul móti koronu í Føroyum
Sum bæði lækni og mamma kann eg ikki tiga longur
Náturligt órin verjir betri fyri koronu enn koppseting


Jenny í Jákupstovu kemur eisini inn á, hvat man hevur gjørt og hví

- Eftir tveimum árum við atliti, sprittan, maskum, avlýsingum, útsetan, isolatión, koppseting og stigmatisering eru vit annars komin aftur til upprunaliga argumentið - heilsuverkið skal ikki hokna undan. Hetta hóast bert ein brotpartur av okkara andingartólunum vóru í nýtslu, tá smittutrýstið var upp á tað hægsta fyrr í heyst.

Og til hvønn prís: 

- Gongdin hesi seinastu tvey árini hevur verið at vit eru farin at síggja lætt upp á frælsið hjá tí einstaka við tí noblu intentión um at fyribyrgja tí ófyribyrgiliga. Eg eri ikki longur í iva um at vit øll skulu møta koronu fyrr ella seinni. Og seinastu tvey árini eru í stóran mun farin við at royna at renna undan og hetta hevur inngrógvið ein stóran ótta í fjøldina

[object Object]
Jenny í Jákupstovu heldur avgjørt ikki, at øll koronutiltøkini hava verið rættvísgjørd og til gagns. Hon skrivar, at koppseting av útsettum bólkum vera einasta fyribyrgjandi tiltakið, ið etiskt kann forsvarast at halda fram í áraví

Aksel Berg nevnir eisini frælsi - "ekstremu frælsistýnnandi átøkini í Danmark" - og tað at fólk bæði kunnu og hava tørv á at liva fríari nú; uttan ótta, misálit og vanda fyri fólk venda sær ímóti hvørjum ørðum - Jenny kemur inn á, hvat ein  orsøk til tiltøkini eru: 

- Trupulleikin er eisini í stóran mun brillurnar, vit hyggja við - og sum eisini mynda tíðindaflutningin. Farsóttarnevndin hevur til uppgávu at hyggja eftir koronu, og koronu einans. Farsóttarnevndin skal ikki taka støðu til ótta, isolatión, einsemi, tunglyndi, inaktivitet, avleiðingar av testkulturi, harundir hóptestan av frískum børnum, har tvang javnan má nýtast, jagstran av syndabukkum, sosiala ójavnvág og vit kundu hildið áfram. Men einsemi og tunglyndi er altso eisini vandamikið. Kanska ikki á ein ba-bu-blunkandi-ljós-respirator-sligan hátt, men hesi fólkini enda eisini á sjúkrahúsinum, tó uttan at hetta verður lisið upp í tíðindunum.

- Vit mugu gera upp við okkum sjálvi um vit í 2022 framhaldandi vilja liva í fjarstøðu og ótta heldur enn í nærstøðu við virðing fyri at einasta løtan vit eiga, óansæð aldur og heilsustøðu, er beint nú, endar hon við

Les alt uppslagið hjá Jenny í Jákupsstovu á lesarin.fo - Koronukeisarin gongur framvegis nakin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder