Innanlands

Koronupassið hevur dumpað so dyggiliga

Endamálið við passinum var helst at tryggja, at mann ikki setti onnur í smittuvanda. Tað endamálið er ikki rokkið, sigur Bjarni Kárason Petersen

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-08 19:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronupassið eigur at avtakast. Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, tinglimur fyri Framsókn.

Hann skrivar í lesarabrævi, at koronupassið ikki hevur tænt sínum endamáli, og tíð er at staðfesta, at passið hevur dumpað.

- Eg haldi meg ikki vita betur enn fakmyndugleikin ger, men tá ið vit síggja, at smittutølini fara galoperandi uppeftir og at koronapassið ikki tykist at hjálpa uppá støðuna á nakran hátt, kann mann gera niðurstøðuna, at koronapassið hevur dumpað so dyggiliga.

- Endamálið við passinum var helst at tryggja, at mann ikki setti onnur í smittuvanda. Tað endamálið er ikki rokkið. Tí eigur koronapassið at avtakast, skrivar Bjarni Kárason Petersen.

Les eisini: Koronapass: Løgmaður bíðar eftir farsóttarnevndini

Tinglimurin heldur eisini at tíðin er komin at allir flokkar, ikki bara samgongan, seta seg saman at umrøða støðuna. 

- Vit eiga at umrøða um ikki samfelagsligi, menniskjaligi og búskaparligi kostnaðurin av at lata samfelagið liggja niðurbundið, er vorðin munandi hægri, enn kostnaðurin av at hava ymiskir variantar av Covid-19 í umferð. Vit mugu hava eina Exit-strategi.

- Hetta hevur nú verið støðan í tvey ár. Tvey ár, sum eingi av okkum fáa aftur. Skulu vit eisini missa eitt triðja ár ella fýra kanska?

Les alt lesarabrævið á lesarin.fo her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder