Innanlands

Teitur Skoubo verður sitandi handan rimar

Hann fekk mikudagin ein 2,5 ára langan fongsulsdóm fyri neyðtøku, og varð alt fyri eitt varðhaldsfongslaður, hóast dómurin varð kærdur. Nú er staðfest, at Teitur Skoubo verður sitandi í varðhaldi

(Privatmynd)

(Privatmynd)

2022-05-27 14:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eystari landsrættur hevur í dag staðfest avgerðina hjá býarættinum í Odense, um at varðhaldsfongsla føroysku realitystjørnuna í Danmark, Teit Skoubo.

Hann verður sostatt sitandi handan rimar til málið kemur fyri í Eystara landsrætti, upplýsir rætturin fyri Ekstrablaðnum.

Verjin vísti annars á, at Teitur Skoubo annars hevur verið samstarvsfúsur meðan málið hevur verið fyri, tí hann millum annað møtti upp í rættinum av egnum vilja.

Hetta var ikki nokk til at broyta siðvenjuna um, at persónar sum fáa treytaleysan dóm meira enn eitt ár, verða varðhaldsfongslaðir.

Tað var mikudagin, at Rætturin í Odense dømdi 26 ára gamla havnarmannin sekan í at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu eina novembernátt í fjør.

Umframt fongsulsrevsing, er Teitur Skoubo eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin og 100.000 krónur til órættaðu kvinnuna. 

Les eisini: Hálvt triðja ára fongsul til Teit Skoubo

Les eisini: Ákærdur fyri neyðtøku: Málið byrjaði í rættinum í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder