Fótbóltur

Video: - At spæla í Evropa er nakað serligt

Nú fara vit eftir Europa League, staðfestir Árni Frederiksberg, sum skemtandi heldur fyri, at teir sum plaga at skora í Evropa kanska koma í gongd skjótt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-30 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn KÍ-venjingina í kvøld tosaði Portalurin við mannin, sum hevur verið beinleiðis við í øllum evropeisku málunum hjá KÍ í summar, fyriuttan tí í síðstu viku.

Nummar sjey var í góðum hýri, hóast onkrar heldur keðiligar kringumstøður hjá liðnum. Árni Frederiksberg staðfesti tó, at teir í hópinum bara hugsavna seg um uppgávuna í morgin, sum verður øðrvísi enn tann á Tórsvølli fyri viku síðani.

Í mun til hansara íblandan í málum sló Árni Frederiksberg fast, at sjálvandi er tað eyka stuttligt í Evropa, men at aðrir kanska kunnu koma ordliga í gongd við málskjóting og øðrum skjótt - tað seinna sjálvandi við einum smíli.

Eitt Conference League-bólkaspæl hevði ikki verið eitt vónbrot - eitt bólkaspæl var jú málið, sigur royndi vongurin: Árni vil tó sjálvandi helst í Europa League, har tey størri liðini eru.

Sí eisini: Jóannes Kalsø Danielsen: Vænta at Sheriff kemur við nøkrum heilt øðrum

Sí eisini: Magne Hoseth: Vit hugsa fyrst og fremst um unga mannin á flogvøllinum

Sí eisini: Myndir: Fingu nógvu ferðingina úr kroppinum

Les eisini: Hoseth ræðist ikki hitan ella longda leiktíð

--

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í morgin, hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder