KÍ hevur spælt óvanliga nógvar evropeiskar dystir seinastu árini. Vanliga eru níggju evropeiskir heimadystir hjá einum føroyskum liði yvir nógv ár, men í 2022 og 2023 hevur KÍ samanlagt spælt 18 evropeiskar dystir, harav níggju á heimavølli.
Hesi tølini koma uppá ávíkavist 20 og 10, áðrenn 2023 er av. KÍ kann hóskvøldið fara av vøllinum fyri tíggjundu ferð á rað uttan at tapa í evropeiskum heimadysti.
Til tess krevst eitt megnaravrik móti Slovan Bratislava í 5. umfari í Conference League-bólkaspælinum, og talan er um lagnudyst. KÍ hevur higartil spælt málleysan javnleik móti Lille og vunnið 3-0 á Olimpija Ljubljana á Tórsvølli í bólkaspælinum. Liðið hjá Magna Hoseth hevur bert latið tvey mál inn í seks evropeiskum heimadystum í ár.
Sum heild eru hagtølini hjá KÍ á heimavølli síðani 3-2 tapið fyri lettiska RFS í Conference League (1.umfari) í 2021 heilt góð, sum yvirlitið niðanfyri vísir:
2022:
1. umfar í Champions League - seinni dysturin
KÍ - Bodø/Glimt (NOR) 3-1 (Bodø víðari eftir 4-3 sigur samanlagt)
2. umfar í Conference League - seinni dysturin
KÍ - Sutjeska (MON) 1-0 (KÍ víðari eftir 1-0 sigur samanlagt)
3. umfar í Conference League - seinni dysturin
KÍ - Ballkani (KOS) 2-1 eftir 90 minuttir - Ballkani víðari eftir brotsspørk *
2023:
1. umfar í Champions League - fyrri dysturin
KÍ - Ferencvárosi (UNG) 0-0 - KÍ víðari við 3-0 sigri í Budapest
2. umfar í Champions League - fyrri dysturin
KÍ - Häcken (SVØ) 0-0 - KÍ víðari eftir brotssparkskapping í Göteborg
3. umfar í Champions League - fyrri dysturin
KÍ - Molde (NOR) 2-1 - Molde víðari eftir longda leiktíð í Noreg *
Play-off umfar í Europa League - fyrri dysturin
KÍ - Sheriff Tiraspol (MOL) 1-1 - Sheriff víðari eftir 2-1 sigur í Tiraspol *
2. umfar í Conference League-bólkaspælinum
KÍ - Lille (FRA) 0-0 *
3. umfar í Conference League-bólkaspælinum
KÍ - Olimpia Ljubljana 3-0 *
Samanlagt: Fýra sigrar (eftir 90 minuttir), fimm javnleikir og málúrttøka á 12-4.
* Spældur á Tórsvølli
Góðu hagtølini eru hugalig fyri norðoyingar, og síðani KÍ kom við aftur í evropeisku kappingarnar í 2017 - fyri fyrstu ferð í tíggju ár - hevur tað sum heild gingist serliga væl á heimavøll.
Talan hevur verið um trý tepur tap hesi seinastu sjey árini. Umframt RFS í 2021 við Djúpumýru, hevur KÍ tapt 1-0 fyri sveisiska Luzern (á Svangaskarði í 2019) og 2-1 fyri litaviska Zalgiris Vilnius ( í Gundadali 2018). Annars hava teir í bláum ikki tapt og millum annað er 6-1 sigurin á Dinamo Tibilis í 2020 minniligur.
Heimaáskoðarnir kunnu spæla stóran leiklut her. Tíverri sær tað út til at fara at vera tómligt á Tórsvølli. Heldur høgi prísurin og tíðin á árunum spæla helst sín leiklut.
KÍ-fjepparar settu av álvara sín dám á Tórsvøll, tá KÍ vann 3-0 á Ljubljana síðst í oktober. Tá vóru nakað yvir 1.000 fólk til staðar (Mynd: Sverri Egholm)
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11:
17.45: KÍ - Slovan Bratislava
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Seks umfør eru, og tvey lið koma víðari
Sí eisini: KÍ hevur knívin á barkanum
Sí eisini: Slovan stendur sum favorittur til uppgerðina hóskvøldið
Sí eisini: KÍ vantar besta vápnið í álopspartinum
Sí eisini: KÍ tekur ongan kjans við kuldanum
KÍ venur á Tórsvølli seinnapartin, har tíðindafundur eisini er á skránni. Portalurin fer at hava ymiskt tilfar harfrá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald