Fótbóltur

Stórur áhugi fyri Slovan og KÍ

Yvir tjúgu miðlafólk til tíðindafundin á Tórsvølli í gjár. Í Slovan Bratislava er man komin yvir "koronu-rokið" millum feløgini í 2020 - venjarin vil hava minst eitt stig í kvøld.

- Teir hava spælt móti svensku og ungarsku meistarunum uttan at tapa, og teir vunnu greitt á Ljubljana her kortsíðani. Tað vísir, hvussu trupult tað er at koma til Føroya, men vit noyðast tó at hava fokus á okkara mál, sum er at fáa stig, segði Vladimir Weiss (Mynd: Sverri Egholm)

- Teir hava spælt móti svensku og ungarsku meistarunum uttan at tapa, og teir vunnu greitt á Ljubljana her kortsíðani. Tað vísir, hvussu trupult tað er at koma til Føroya, men vit noyðast tó at hava fokus á okkara mál, sum er at fáa stig, segði Vladimir Weiss (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-30 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað verður ein øðrvísi og meira torførur dystur enn í Bratislava vegna millum annað graslíki. Vit kunnu avgjørt ikki undirmeta KÍ men hava stóra virðing fyri tí, sum man hevur gjørt her.

Soleiðis segði Jurac Kucka í byrjanini av tíðindafundinum á Tórsvølli í gjárkvøldið. Royndi miðvallarin hjá Slovan Bratislava segði seg vera bergtiknan av landinum, sum hann var komin til - teir høvdu vitjað í Kirkjubø seinnapartin.

"Kuco" var ikki í hópinum í 2020, tá Slovan Bratislava eisini var í Føroyum fyri at spæla móti KÍ. Tað gjørdist eitt slag av stríði millum feløgini, tí koronusmitta var í hópinum hjá Slovan. Dysturin varð fyrst útsettur, spælarar frá eykaliðnum hjá slovakisku meistarunum komu til Føroyar, men fleiri vóru smittaðir, og sambært reglugerð hjá UEFA tá tapti Slovan 3-0 á skrivaraborðinum, og KÍ fór víðari. Hetta fall ikki í góða jørð í slovakisku leguni. Bylgjurnar gingu høgt, og kæra varð send inn.

Sambært Slovan-venjaranum, Vladimir Weiss, eldra, er hetta væl og virðiliga lagt afturum, og eingin illvilji er ímóti KÍ: 

- Vit hyggja bara frameftir. Tað sum hendi í 2020 er farið. Fyri KÍ er hetta ein stórur møguleiki, vit eru í einari góðari støðu, og tað er ein lykladystur fyri bæði liðini. Vit vilja ógvuliga gjarna hava minst eitt stig við okkum úr Føroyum.

[object Object]
Vladmir Weiss hevur stóra virðing fyri tí, sum KÍ hevur gjørt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
"Kuco": Fyri KÍ-spælararnar kann hetta verða teirra lívs dystur (Mynd: Sverri Egholm)

Weiss veit, at KÍ er ógvuliga sterkt á heimavølli og varð hann eisini spurdur inn til flottu hagtølini hjá føroyameistarunum.

- Teir hava spælt móti svensku og ungarsku meistarunum uttan at tapa, og teir vunnu greitt á Ljubljana her kortsíðani. Tað vísir, hvussu trupult tað er at koma til Føroya, men vit noyðast tó at hava fokus á okkara mál.

Sí eisini: 
Hava ikki tapt seinastu níggju evropeisku heimadystirnar
Hoseth: - Týdningarmiklasti dysturin í søguni hjá KÍ

Sum altíð tá útlendsk lið vitja her, so var undirlagið eitt fokuspunkt. Slovensku miðlarnir spurdu um avbjóðingarnar viðvíkjandi graslíki: 

- Vit spæla nakrar dystir á graslíki í Slovakia og venja eisini inní millum á tí, so vit eru rímiliga vanir við tað. Hetta burdi ikki verið ein vansi – tað eru bara umstøðurnar, sum tær eru, segði "Kuco".

Vladimir staðfesti, at teir ikki kunnu gera nakað við tað ella kalda veðrið, og at hesi ikki skulu vera nøkur umbering. Sonur hansara, Vladimir Weiss, yngri, er skaddur. Liðformaðurin hjá Slovan hevur áður umboðað millum annað Manchester City og skoraði útjavnandi málið í 2-1 sigrinum á KÍ í fyrsta umfari. KÍ manglar mannin, sum legði upp til málið tá, og slovenar fregnaðust um týdningin av leikbanninum hjá vandamikla Árna Frederiksberg.

- Árni Frederiksberg er sjálvandi ein lyklaspælari, tí hann er við í meginpartinum av málunum hjá KÍ. Har eru tó aðrir spælarar, sum kunnu hótta. Vit vita, at teir eru stekrir uppá deyðbóltar og kontraálop, staðfesti Weiss.

Sí eisini: KÍ vantar besta vápnið í álopspartinum

[object Object]Nógv útlendsk tíðindafólk í rúminum hjá FSF í gjárkvøldið - sum skilst er áhugin fyri dystinum stórur í Slovakia (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og Slovan Bratislava spæla á Tórsvølli klokkan 17.45. KÍ skal vinna fyri at veruliga halda lív í vónini um víðari luttøku í Conference League. Slovan kann spæla seg víðari við sigri.

TV2 Play vísir dystin - Atgongumerki kunnu keypast her


UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11: 

17.45: KÍ - Slovan Bratislava
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille

Til ber at keypa atgongumerki til dystin her

Støðan í bólkinum 
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig

Seks umfør eru, og tvey lið koma víðari

Sí eisini: KÍ hevur knívin á barkanum

Sí eisini: Slovan stendur sum favorittur til uppgerðina hóskvøldið

Sí eisini: KÍ tekur ongan kjans við kuldanum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder