Fótbóltur

Dystirnir eru meira spjaddir út

Sum nakað nýtt í føroyskum fótbólti hevur FSF nú átikið sær uppgávuna at seta klokkutíð á dystir nógv umfør fram. Í fyrstu syftu er talan um fyrstu sjey umførini.

Betrideildarfótbóltur verður fríggjakvøld, leygardag seinnapartin, leygarkvøld, sunnudag, sunnukvøld, mánakvøld, umfrat aðrar tíðir, fyrstu sjey umførini (Mynd: Sverri Egholm)

Betrideildarfótbóltur verður fríggjakvøld, leygardag seinnapartin, leygarkvøld, sunnudag, sunnukvøld, mánakvøld, umfrat aðrar tíðir, fyrstu sjey umførini (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-23 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya leikskránna fyri kappingarárið 2024 í Betrideildini hjá monnum.

Har gjørdist millum annað greitt, at ársins fyrsti dystur í Betri Deildini verður á Dungasandi leygardagin 9. mars millum 07 Vestur og Víking, at summarsteðgurin verður frá fyrst í juli til fyrst í august, og at seinasta umfar verður leygardagin 26. oktober.

Sí eisini: 07 Vestur og Víkingur leggja fyri

Tá hugt verður eftir leikskránni á heimasíðuni hjá FSF, loypur tað kanska serliga í eygauni, at allir dystirnir í sjey av teimum 27 umførunum longu hava ásetta dagfesting og klokkutíð. Hetta er nakað nýtt - serliga tað við klokkusletti. Summi umfør seinni eru so at siga fastløgd, í mun til dagfesting, men 1-7 verður helst lítið ella gjørt við, fram til bólturin rullar.

Fyrr hevur FSF ásett dagfesting í rímiliga góðari tíð, har tað tó hevur verið møguleiki fyri broyting eftir áheitan frá heimaliðið/feløgunum. Tað er felagið, sum hevur heimavøll, ið hevur ásett, nær dysturin skal byrja. 

Soleiðis er ikki longur. Summir viðmerkjarar hava sagt, at FSF átti at tikið ræðisrættin frá feløgunum, millum annað tí ov stórar óvissur eru. Tað er so at siga tað, sum er hent nú. Sum skilst ynskir FSF, at feløgini ikki skulu hugsa so nógv um klokkutíðirnar í fremstu mansdeildini longur.

[object Object]
Her sæst, júst nær dystirnir í teimum fyrstu trimu umførunum verða spældir (Skýggjamynd: FSF)

Harvið er longu nú greitt, hvør møtir hvørjum nær - og heilt neyvt - til og við endan av apríl. Portalurin hevur fingið upplýst, at tíðiliga í apríl verður endaliga ásett, júst nær allir dystirnir í mai verða spældir

Feløgini hava gingið við til, at FSF ásetir dystirnar, og tey hava í januar møguleika at gera viðmerkingar og biða um møguligar lítlar broytingar. Sum skilst verður tað bert undir heilt serligum umstøðum, at ein dystur verður fluttur stutt undan at hann eigur at verða spældir.

Hetta er so útgangsstøði, og tað skal eftir ætlan gera tingini greiðari. Eitt annað ið sæst aftur er, at FSF ynskir, at dystirnir eru spjaddir. Vit eru væl og virðiliga farin frá, at fimm dystir byrjar klokkan 15 sunnudag. Í flestu umførunum higartil eru dystir tríggjar ymiskar dagar, og flestu vikudagarnir eru umboðaðir. Tað kemur ikki fyri, at fleiri enn tveir dystir byrja samstundis.

Møguleiki skal vera fyri at síggja føroyska fótbólt ymiskt tíðspunkt, og tað skal bera til at seta sjóneykuna á nógvar dystir í hvørjum einstøkum umfari. Sum kappingarárið líður kann gerast tættari ímillum dystirnar. Hetta kann millum annað vera tí at hvíld millum dystir ikki skal geras ov ólík.

Til ber at síggja leikskránna her - tað eru fyrstu sjejy umførini ið eru heilt ásett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder