Í gjárkvøldið gjørdist endaliga greitt, hvørji lond fingu tey seinastu atgongumerkini til EM-endaspælið í Týsklandi, ið verður í juni og juli. Sum væntað gjørdist tað tætt í teimum trimum playoff-finalunum:
Ukraina - Ísland 2-1 (0-1)
Wales - Pólland 4-5 (Eftir brotsspørk)
Georgia - Grikkaland 4-2 (Eftir brotsspørk)
Úrslitini (UEFA)
Albert Guðmundsson, ið skoraði hattrikk í hálvfinaluni móti Ísrael, legði Ísland á odda í Wroclaw, men eftir steðgin svaraði Ukraina aftur. Viktor Tsygankov javnaði í 54. minutti, og sjey minuttir fyri leiklok avgjørdi Mykhailo Mudryk úr Chelsea. Stór frøi á ukrainum, sum aftur skulu til eitt EM-endaspæl, og harmljóð í Íslandi: Man var júst ov stuttir til sítt EM-endaspæl nummar tvey.
Georgia skal við til eitt A-endaspæl í fótbólti fyri fyrstu ferð. Liðið hevur staðið seg betri seinni árini, og í play-off finaluni á heimavølli móti Grikkalandi í gjár bar tað á mál hjá eysturevropeiska landinum. Neyðugt varð við brotssparkskapping, og har vóru georgisku skjúttarnir kaldari og málverjin stinnari. Sigurin útloysti stóra veitslu á leikvøllinum og í landinum.
m
Ovfarakæti á georgum í Tbilisi (Myndir: EPA)
Í Cardiff gjørdist eisini neyðugt við brotssparkskapping. Wales skuldi royna at vinna seg til sítt triðja endaspæl á rað. Hesaferð var tað uttan Gareth Bale, og eitt brent bortsspark kostaði. Póllendingar vóru eirindaleysur, og liðið sum Føroyar vóru í bólki við í undankappingini í fjør, skulu til Týsklands í summar við Robert Lewandowski á odda.
Pólland vann 2-0 í báðum dystunum móti Føroyum í heyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið er tað nú endaliga greitt, at bólkarnir í EM-endaspælinum fara at síggja soleiðis út:
Bólkur A:
Týskland
Skotland
Ungarn
Sveis
Bólkur B:
Spania
Kroatia
Italia
Albania
Bólkur C:
Slovenia
Danmark
Serbia
Ongland
Bólkur D:
Pólland
Niðurlond
Eysturríki
Frakland
Bólkur E:
Belgia
Slovakia
Rumenia
Ukraina
Bólkur F:
Turkaland
Georgia
Portugal
Kekkia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald