Fótbóltur

3-0 í klassikaranum: FM verður kapprenning millum HB og Víking

Aftur koppaði HB trífaldu føroyameistarunum, og KÍ er nú níggju stig frá 1. plássinum. Áki Samuelsen var í hopla við flottum hattrikki, og Teitur Matras Gestsson hevði góðan dag í málinum.

Áki Samuelsen og hinir bastu KÍ - fyrri fjórðu ferð í ár. Nummar 10 hevur skorað hattrikk tvær ferðir á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen og hinir bastu KÍ - fyrri fjórðu ferð í ár. Nummar 10 hevur skorað hattrikk tvær ferðir á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-23 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Har er vent í holuni millum KÍ og HB, í mun til seinastu árini har HB ikki vann ein kappingardyst móti arvafíggindunum í útvið fýra ár. Hetta varð aftur staðfest í Gundadali tíðliga í kvøld. Gamaní skapti KÍ nógvar góðar málmøguleikar, men tað var HB, ið sum heild hevði tamarhald á dystinum og í roynd og veru sendi KÍ úr FM-stríðnum. 

Tað byrjaði við einum braki í høvuðsstaðnum. Tað var helst ein góð mynd uppá kappingarárið hjá liðnum, at KÍ innan fyrstu seks minuttirnar hevði tveir góðar møguleikar - ein eftir høgt trýst og einn eftir gott innlegg - men at tað var HB, sum kom á odda tíðliga.

[object Object]
HB-fagnaður beinavegin (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Mynd: Jens Kr. Vagn

Teitur Matras Gestsson bjargaði royndunum hjá Claes Kronberg og Páll Klettskarð, har tann seinna var heilt flott. Í hinum endanum vísti Áki Samuelsen veurliga sínar dygdir. 20-ára gamli vongurin dribblaði inn úr vinstru, setti snilt Deni Pavlovic og Dan í Soylu av og smekkaði bóltin í KÍ-málið úr 25-metrum.

Mark Jensen fekk hondina á harða skotið hjá Áka, og kundi helst gjørt tað betri við nærru stong í samband við 2-0 málið. Talan var tó aftur um flotta atgerð hjá unga HB'aranum, sum bjóðaði Jóannes Kalsø Danielsen av, trekti til vinstru í brotsteignum og setti vinstra fótin á. Undir ein minuttir spældir av 2. hálvleiki og 2-0

[object Object]KÍ skuldi royna at halda fast í HB, men vegna málini hjá Áka Samuelsen eydnaðist tað ikki. Nummar 10 hjá teimum reyð-svørtu vísti størri skerpni enn Áni Frederiksberg og hinir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sammy Skytte hevði verið nær við at økja í 1. hálvleiki, tá miðvallarin rakti stongina, men annars var tað KÍ, sum hevði fleri støður fyri steðgin. Teitur Matras Gestsson hevði tó fleiri bjargingar.

Tað eydnaðist heldur ikki Pálli, Árna Frederiksberg, Pæturi Petersen og hinum at skora í 2. hálvleiki, hóast KÍ eina løtu veruliga var omaná. Fótur og hond hjá Teiti, stongin og HB-bein vóru millum tað, ið vóru fyri.

[object Object]
Liðskiparin Teitur Matras Gestsson og lið hansara hava fingið tamarhaldið á KÍ og renna saman við Víkingi. Hálvi klaksvíkingurin, sum spældi við KÍ síni fyrstu ár, stóð væl í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]KÍ søkti at fleiri ferðir, men Teitur var stinnur (Mynd: Jens Kr. Vang)

At HB hevur arbeitt longri í ár við somu spælarum og skipan, umframt hevur størri breidd í løtuni, sást. KÍ, sum aftur spældi við nýggjari miðverju, hevði ikki skipanina á liðnum uppá pláss í fleiri førum. Skerpni manglað til tíðiri við bólti og sanniliga frammanfyri málinum, meðan tað sat betri hjá liðnum, sum bara vinnur. HB sá eisini út til at vera omaná í kropsliga partinum og gjørdist skjótt vandamikið.

Um KÍ hevði gagnnýtt onkran av møguleikum, hevði dysturin sæð nakað øðrvísi út, og møguliga útfallið hevði verið øðrvísi. Tó vístu teir hjá Sormani sína styrki og revsaði í 77. minutti við kontraálopi, har Áki Samuelsen lættliga setti ein av nýggju útlendingunum hjá KÍ og flott legði bóltin í longra málhorn. Annað hattrikk á rað hjá Áka, sum nú hevur tólv Betrideildarmál. Tólvti sigurin hjá HB á rað, og nú hevur liðið hevur níggju stig niður til KÍ. 

14. umfar í Betrideildini
Í dag, sunndagin 23. juni

HB - KÍ 3-0 (1-0)
4' Áki Samuelsen 1-0
46' Áki Samuelsen 2-0
77' Áki Samuelsen 3-0

Sí meira um dystin her

ÍF - B36 3-4 (1-2)
10' Zean Dalügge 0-1
11' Jhon Mena Perez 1-1
24' Jann Benjaminsen 1-2
69' Hannes Agnarsson 1-3
76' Uros Stojanov 2-3
87' Kasper Sommerstedt 3-3
90 (+1)' Martias Hellisdal 3-4

Sí meira um dystin her

Sí eisini: Mattias bjargaði B36 móti botnliðnum

Víkingur - B68 3-0 (2-0)
2' Olaf Bárðarson 1-0
38' Sølvi Vatnhamar 2-0
75' Jørgen Nielsen 3-0

Sí meira um dystin her

NSÍ - EB/Streymur 4-0 (1-0)
45 (+3)' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
50' Petur Knudsen 2-0
80' Steffan Løkin 3-0
90' Klæmint Andrasson Olsen 4-0

Sí meira um dystin her

Í morgin, mánadagin 24. juni
19.00: Skála - 07 Vestur

Støðan:[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder