Fótbóltur

Váttað: Steffen Landro og 07 Vestur fara hvør til sítt

07 Vestur skrivar, at áhugamálini hjá felagi og venjara ikki samsvara heilt. Harvið er søgan hjá Portalinum partvíst alment váttað - nú vantar bert, at Dan Brimsvík verður kunngjørdur í Sørvági.

- Plássið í deildini skal varðveitast, og menningin av okkara ungu leikarum verður sett í fremstu røð. Hetta skrivar 07 Vestur um sínar fremstu málsetningar - teir samsvara ikki við teir hjá Steffen Landro, ið millum annað vildi í topp-fýra (Mynd: 07 Vestur)

- Plássið í deildini skal varðveitast, og menningin av okkara ungu leikarum verður sett í fremstu røð. Hetta skrivar 07 Vestur um sínar fremstu málsetningar - teir samsvara ikki við teir hjá Steffen Landro, ið millum annað vildi í topp-fýra (Mynd: 07 Vestur)

2024-06-24 23:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ongin loyna at 07 Vestur hevur lagt nógv fyri í ungdómsarbeiðnum seinastu sløku 10 árini. Úrslitini av hesari íløguni ynskja vit at síggja á besta liðnum komandi árini og tað her at áhugamálini hjá felagnum og Steffen ikki samsvara heilt, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur, sum harmast um at samstarvið ikki eydnaðist betur.

Fyrr í kvøld skrivaðu vit um, at dysturin á Skála í kvøld møguliga var tann seinasti hjá Steffen Landro í 07 Vestur. Nú er endaliga greitt, at soleiðis varð.

Sí eisini: Dysturin á Skála møguliga tann seinasti hjá Steffen Landro

07 Vestur hevur í dag valt at steðga samstarvinum við norska venjaran, sum kom til felagið. Í tíðindaskrivi seint í kvøld ger 07 Vestur greitt, at avgerðin onki hevur við úrslitini hjá besta liðnum at gera

- Tað er ein spurningur um í hvønn rætning felagið skal fara komandi tíðina.

[object Object]
Landro hevur fingið 18 stig í 14 dystum, men menningin av lokalu spælarunum sæst ikki heilt aftur í løtuni,. Í 07 verður stúrt fyri, at soleiðis hevði framhaldandi ikki verið í nóg stóran mun undir norðmanninum (Mynd: jn.fo)

Samsvar var ikki millum ætlaninar hjá venjaranum og við málsetningin hjá felagnum, sum er at varðveita plássið í Betri deildini, samstundis sum menningin av okkara ungu leikarum verður sett í fremstu røð, sigur nevndin í 07 Vestur. Tí er neyðugt at taka hetta stig nú, so meira fokus kemur á menningina komandi tíðina, skrivar 07 Vestur.

Liðið er á 6. plássi og langt frá niðurflytingarvanda - sjey stig eru upp til NSÍ og 4. plássið. 07 Vestur hevur nýtt tíggju útlendskar spælarar í 2024, og lokalir spælarar eiga samanlagt ikki so nógvar minuttir. Tað er harvið tað seinna, ið er størsti trupulleikin og atvold til støðgaða samstarvið, og ikki at liðið til dømis hevur latið 31 mál inn.

Nú verður bert bíðað eftir, at Dan Brimsvík, sum fyri trimum vikum síðani varð uppsagdur í B36, verður kunngjørdur. Sambært fleiri góðum keldum hjá Portalinum er hendan avtalan uppá pláss. Fótbóltssíðan bolt.fo skrivar eisini, at Dan Brimsvík væntandi verður nýggjur venjari hjá 07 Vestur.

Dan Brimsvík (B36 - fyrr í mánaðinum), Haakon Lunov (KÍ, 25. apríl) og Aleksandar Jovevic (ÍF, 17. apríl) og nú Steffen Landro (07 Vestur) eru teir fýra uppsøgdu venjararnir í Betrideildini hjá monnum í 2024. Eisini í sambandi við summarsteðgin í fjør steðgaði 07 Vestur samstarvinum við høvuðsvenjara sín - Micheal Schjønberg.

[object Object]
Eftir ring úrslit hjá B36 í Betrideildini í ár, takkaði B36 Dan Brimsvík fyri tíðina. Nú hevur 07 Vestur takkað Steffen Landro fyri seinastu mánaðirnar - hurðin stendur tí opin fyri Dan, sum hevur verið til samráðingar í seinastuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dagført: 23.41

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder