Fótbóltur

Soleiðis síggja áttandapartsfinalurnar út

Lagt verður fyri leygarkvøldið og síðani verða tveir avgerandi dystir hvønn dag til og við týsdagin.

Danmark og Ongland spæla um vikuskiftið, og Kasper Hjulmand og Gareth Southgate hava heilt ymiskar uppgávur at fyrireika síni lið uppá (Mynd: EPA)

Danmark og Ongland spæla um vikuskiftið, og Kasper Hjulmand og Gareth Southgate hava heilt ymiskar uppgávur at fyrireika síni lið uppá (Mynd: EPA)

2024-06-26 23:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í EM-bólkaspælinum vórðu spældir í kvøld. Heilt stóra søgan var Georgia, sum er til sítt fyrsta endaspæl. Liðið tryggjaði sær pláss í áttandapartsfinalunum við 2-0 sigri á Portugal.

Sí eisini: Georgia framdi bragdið í Gelsenkirchen

Í 1/8-finalunum skal Georgia móti Spania. Niðanfyri sæst yvirlit yvir teir fyrstu "knock-out dystirnar" í Týsklandi.

[object Object]Kvaratskhelia og liðfelagirnir taptu 7-1 fyri Spania í undankappingini í fjør. Mánadagin hittast liðini í einari áttandapartsfinalu. Søguligur dystur hjá Georgia - Spania er einasta liðið, sum hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum (Mynd: EPA)

Frídagar eru í morgin og fríggjadagin, áðrenn Sveis og Italia bresta saman í Berlin tíðliga leygarkvøldið. Seinni um kvøldið spæla týsku vertirnir móti Danmark í Dortmund - í dag eru júst 32 ár liðin, síðani Danmark vann EM-gull við finalusigri á Týsklandi í Göteborg.

Størsta uppgerðin er annars helst Frakland - Belgia.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum

Leygardagin 29. juni
17.00: Sveis - Italia
20.00: Týskland - Danmark

Sunnudagin 30. juni
17.00: Ongland - Slovakia
20.00: Spania - Georgia 

Mánadagin 1. juli
17.00: Frakland - Belgia
20.00: Portugal - Slovenia 

Týsdagin 2. juli
17.00: Rumenia - Niðurlond
20.00: Eysturríki - Turkaland

[object Object]
Vegurin til Henri Delaunay-steypið sær soleiðis út (Mynd: Fabrizio Romano)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder