Fótbóltur

Óbroytt støða í stríðnum um 8. plássið

Skála og B68 skoraðu hvør sítt mál stutt fyri steðgin í ringa veðrinum á Svangaskarði. 1-1 og Skála framvegis lítlan fyrimun í tætta botnstríðnum.

Ikki pent fótbóltsspæl í ringa veðrinum á Toftum - tað er ikki vist, at liðið sum endar niðanfyri av hesum, flytir niður (Mynd: Sverri Egholm)

Ikki pent fótbóltsspæl í ringa veðrinum á Toftum - tað er ikki vist, at liðið sum endar niðanfyri av hesum, flytir niður (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-04 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óguvliga illfýsi og heilt nógv uppá spæl og tað merkir, at tað varð ógvuliga rótut á Svangaskarði í kvøld.

Nógv fólk vóru til staðar. Fótbóltsspælið var einki at rópa hurrá fyri, men menn løgdu heilt nógv fyri, og tað var inntenst. 

Ein ávísur nervi var í, og liðini høvdu hvør sín stóran møguleika seint í dystinum: Báðir vóru eftir at mótsstøðuliðið bóltin í uppspælinum.

Tey bæði málini í dystunum komu beint fyri steðgin. Fyrst sló danin Nicolai Dohn til fyri Skála, men í yvirtíðini í 1. hálvleiki javnaði Jóhan Josephsen til 1-1. Hetta var annan dystin á rað, at ungi leigusveinurin úr KÍ skoraði fyri B68.

[object Object]Jóhan Josephsen legði B68 á odda 2-1 í lyklasigrinum í Fuglafirði leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Málið kann fáa stóran týdning fyri B68, sum í minsta lagi heldur sambandi til Skála. B68 skal tó helst vinna á EB/Streymi (heima) ella NSÍ (úti) fyri at koma upp á 8. plássi.

Skála hevur NSÍ (heima) og síðani B36 (úti) eftir. Í løtuni hava uppflytarnir verri málúrttøku.

Tað er ikki vist, at liðið, ið endar á 9. plássi flytir niður. Við núverandi støðu í 1. deild - tveimum næstbestu liðum í topp-trý - verður ein dystur um upp- og niðurflyting.

25. umfar í Betrideildini 
Í dag, fríggjadagin 03.10

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' Nicolai Møller Dohn (Maxwell Effiom) 0-1
45 (+2)' Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelsen) 1-1

Sí meira um dystin her

KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' Sjálvmál 1-0
41' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 1-1
60' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 2-1
68' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-1 

Sí meira um dystin her

Sí eisini: 
KÍ útsetti heilt stóru FM-veitsluna eitt sindur

Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0

Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort

Sí eisini:
Víkingur skúgvaði allan iva til viks
Myndir: Frøast um at FM nærkast

Í morgin, leygardagin 04.10

16.00: HB - 07 Vestur

17.00: EB/Streymur - B36 

Støðan: 
1. Víkingur 69 stig (+62) 
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 52 stig *
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig *
6. 07 Vestur 27 stig *
7. EB/Streymur 22 stig *
8. Skála 19 stig (-27)
------------------
9. B68 18 stig (-25)
10. ÍF 7 stig 

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder