Fótbóltur

Video: - Eg síggi nógv fantastiskt í Andriasi

Odmar Færø gleðist um samstarvið við væl yngri toftamannin. Royndi verjuspælarin gleðist eisini um at vera aftur. - Vinna vit nú, so kann alt vendast á høvdið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-09 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg var ikki varugur við, at tað er so langt síðani, at vit vunnu ein dyst.

Portalurin nevndi seinasta kappingarsigurin fyri Odmari Færø, tá vit spurdu roynda miðverjan um gongdina.

Sigurin var 25. september 2022 móti Turkalandi á Tórsvølli. Hetta var seinasta umfar í seinastu Nations League, har Føroyar høvdu fleiri flott avrik.

Talan er um ein "opnan bólk", staðfestir Odmar Færø. 34-ára gamli miðverjin hevur spælt 58 landsdystir men ongan í ár. Sterki KÍ-miðverjin er tí eyka glaður og spentir at vera við hesaferð - hann hugsar ikki um tað at tað er eyka trýst á at fáa stig: - Man vil altíð avrika á landsliðnum.

Vit fingu eisini Odmar at seta orð á Andrias Edmundsson, sum hann helst skal spæla undir liðuni á. Samuel Chukwudi byrjaði inni báðar dystirnar seinast, men hann er sjúkur. Hørður Askham er skaddur - Gunnar Vatnhamar verður so at siga ikki nýttur sum miðverji á landsliðnum.

Føroyar og Armenia spæla hósdagin klokkan 19.45.

Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober

Sí myndir og les um støðuna í hópinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder