Fótbóltur

Video: - Nógv venjing sum gav úrslit

Málið merkir nógv fyri meg, men irði meg nógv um, at vit ikki fáa trý stig, sigur málskjúttin Jann Benjaminsen. - Heldur tóm kensla men avrikið er gott, heldur høgri bakkurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-10 23:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sínum fyrsta kappingardysti frá byrjan á A-landsliðnum skoraði 27-ára gamli høgri bakkurin við fluktara.

Jann Julin Benjaminsen legði Føroyar á odda í 37. minutti, men armenar svaraðu aftur. Tað gjørdu teir eisini, eftir at Jóannes Bjartalíð skoraði seint í dystinum.

Sí eisini: Bjartalíð: - So nær tað kann verða (Video)

Jann helt, at talan mest var um marginalar, at Føroyar ikki megnaðu at halda sigurin heim. Hann er vælnøgdur við størsta partin av dystinum - tó var hetta ein tóm kensla aftaná.

Filmað og viðgjørt: Bjarni Enghamar

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
Føroyar - Armenia 2-2 (1-1)
37' Jann Benjaminsen 1-0
44' 1-1
86' Jóannes Bjartalíð 2-1
90 (+3)' 2-2

Áskoðaratal: 1.852

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 

Sunnudagin klokkan 19.45 taka Føroyar móti Lettlandi í lykladysti um at halda sær í deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder