Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar: - Vilja vísa føroyska fólkinum okkara dygdir

29-ára gamli leirvíkingurin hyggur fram móti lagnudystinum móti Lettlandi.

- Haldi øll sum sóu avrikið móti Armenia kunnu siga, at tað var heilt gott. Vit arbeiddu hart og væl og skaptu nógvar støður. Nú snýr tað seg um at taka tað við til í morgin (Mynd: Andrei Antal)

- Haldi øll sum sóu avrikið móti Armenia kunnu siga, at tað var heilt gott. Vit arbeiddu hart og væl og skaptu nógvar støður. Nú snýr tað seg um at taka tað við til í morgin (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-12 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dagsins venjing, tí seinastu áðrenn lagnudystin móti Nations League, snakkaði Portalurin við Gunnar Vatnhamar. 29-ára gamli leirvíkingurin er fastur maður á miðvøllinum.

Gunnar svaraði soleiðis:

Um endan á dystinum móti Armenia, har útiliðið javnaði:

- Vit hava hugt uppá serliga støðuna, tá teir skora til 2-2. Har eru ymisk ting, ið vit skulu gera betri. Skulu vera meira kyniskir og megna at halda ein sigur heim.

Um avrikið og um vónirnar til dystin móti Lettlandi: 

- Haldi øll sum sóu avrikið móti Armenia kunnu siga, at tað var heilt gott. Vit arbeiddu hart og væl og skaptu nógvar støður. Nú snýr tað seg um at taka tað við. Vit sóu, hvat Lettland kom við seinast, og vita hvat betrast Vit fara altíð inn í royndini at vinna - líkamikið hvørjum vit spæla ímóti. Stríðsinnsatsurin skal vera har, og so kemur fótbóltssspælið. Vit vilja vísa føroyska fólkinum, hvat vit kunnu.

Um møguleikarnar av bonkinum og hópin:

- Maður kemur í mans stað. Soleiðis skal tað verða. Men tað er heilt klárt positivt, at spælarar sum Brandur og Bjartalíð aftur. Vit síggja, at innskiftararnir eru við at broyta dystin og geva liðnum nógv. Tað gevur teimum, sum eru inni, nakað eyka - og teir hava bara at levera, sigur Gunnar at enda smílandi.

Sí eisini: Allir uttan Hørður eru tøkir

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 

Sí eisini:  Myndir: Sól og kuldi á Tórsvølli

Les eisini: Håkan: - Fyrsta málið er ikki at flyta niður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder