Fótbóltur

Fótbóltsviðmerkjari: - FSF burdi funnið ein nýggjan venjara

Oddbjørn Joensen er greiður eftir javnleikin móti Lettlandi: Tíðin hjá Håkani Ericson sum høvuðsvenjari hjá Føroyum burdi verið komin at enda.

- Eg haldi næstan, at Fótbóltssambandið skal gera sum Armenia og gera skjótt av og finna ein nýggjan venjara. Soleiðis segði Oddbjørn Joensen (t.v.) í Kringvarpinum í gjár. Hann, Tróndur Arge og Tróndur Vatnhamar viðgjørdu støðuna nærri í dagsins Fótbóltspráti (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg haldi næstan, at Fótbóltssambandið skal gera sum Armenia og gera skjótt av og finna ein nýggjan venjara. Soleiðis segði Oddbjørn Joensen (t.v.) í Kringvarpinum í gjár. Hann, Tróndur Arge og Tróndur Vatnhamar viðgjørdu støðuna nærri í dagsins Fótbóltspráti (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-14 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vóru á odda móti Armenia hósdagin og móti Lettlandi í gjár, men í báðum førum fekk útiliðið javnleik á Tórsvølli. Harvið endaði tað - eins og bolt.fo vísir á - við, at Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð ongan heimadyst vunnu í einari Nations League-kapping.

Hóast avrikini á ymsan hátt hava verið á góðari leið í hesari kappingini, so vantar tað ymiskt fyri at vinna dystirnar, og nú hava Føroyar spælt tólv kappingardystir á rað uttan at vinna - sjey av teimum á Tórsvølli. Landsliðið er farið 30 pláss niður á FIFA-styrkislistanum, síðani Håkan Ericson og toymi høvdu fyrsta dystin í september 2020.

[object Object]
Adrian Justinussen og Håkan Ericson irða seg um, at Føroyar endaðu við einum stigi og ikki trimum á Tórsvølli í gjár. Hví Håkan ikki nýtir júst Adrian frá byrjan í summum dystum er eitt av spurnarteknunum í løtuni (Mynd: Andrei Antal)

Ljóspunkt hava verið, men nú tykjast ónøgdu røddirnar at vera fleiri, og ljóða tær eisini harðari.

Ein av teimum er Oddbjørn Joensen. Klaksvíkingurin er A-venjari og vann í 2013 FM við HB. Seinastu árini er hann vorðin kendari sum fótbóltsviðmerkjari - serliga í vælumtóktu sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpinum.

Oddbjørn er eisini fastur viðmerkjari í KVF sambandi við landsdystir og eftir 1-1 í gjárkvøldið legði hann ikki fingrarnar ímillum: 

- Tað er hansara (venjarans) uppgáva! Og bara at siga, at vit skapa einki, er ikki gott nokk? Eg haldi ikki, at tað er gott nokk. Eg haldi næstan, at Fótbóltssambandið skal gera sum Armenia og gera skjótt av og finna ein nýggjan venjara.

Armenia tapti 2-0 fyri Norðurmakedónia í gjár, og venjarin, sum vitjaði Tórsvøll hóskvøldið, varð beinanvegin uppsagdur. Liðið er á 2. plássi í okkara bólki.

Eftir at verturin Tróndur Vatnhamar spurdi nærri inn til, staðfesti Oddbjørn, at hann meinti við, at Føroyar nú burdu skift venjara. Landsliðið er steðgað upp, vísti viðmerkjarin og venjarin millum annað á.

Til ber at síggja videobrotið á 1 minutt og 20 sekund HER

Sí eisini:
Håkan: Hendan burdu vit vunnið (Video)
- Hetta er eitt sinnisligt spæl

Í Fótbóltsprát fyrr í dag gjørdi Oddbjørn Joensen greitt, at hann stendur við sínar útsagnir. Í útvarpssendingini vóru serliga hann og Tróndur Vatnhamar atfinningarsamur - Tróndur Arge var als ikki eins bersøgin, men fótbóltsjournalisturin og frásøgumaðurin segði, at man burdi hugt uppá støðuna aftur og hugr uppá, hvat gevur meining.

Hetta gjørdi Fótbóltssambandið eftir tapið í Riga í síðsta mánaða. Håkan Ericson hevur sáttmála fyri 2025 eisini. Hann heldur sjálvur, at avrikini hesa vikuna prógvaðu nakað positivt.

Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober

Nú 64-ára gamli sviin tók við í 2020 og leiddi beinanveg Føroyar upp í Deild C í Nations League, og man helt sær eisini har í 2022. Í undankappingardystum hava Føroyar bert fingið stig móti Moldova (ein sigur og tveir javnleikir í fýra dystum) umframt ein javnleik í Albania.

Í verandi støðu skulu Føroyar play-off dystir um plássið í næstniðastu Nations League-deildini næsta ár. Seinastu dystirnir í ár eru í Armenia (14. november) og Norðurmakedónia (17. november)

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey resta í:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig 

Sí eisini: Liðugt á Tórsvølli: - Mistu enn eina leiðslu

Myndir frá dystinum
Samandráttur (Video hjá KVF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder