Fótbóltur

Atgongumerkjasølan gongur væl

Seinnapartin vóru 2400 atgongumerki seld til finaluna um løgmanssteypið millum B36 og HB, sum verður leygarkvøldið.

Seinast B36 og HB brustu saman í steypafinaluni var í 2018. B36 vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinast B36 og HB brustu saman í steypafinaluni var í 2018. B36 vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-29 21:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Væntandi verða nógv fólk á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 19, tá havnafeløgini, B36 og HB bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið 2024.

Sølan av atgongumerkjum til ársins steypafinalu hjá monnum gongur væl, og seinnapartin týsdagin vóru umleið 2.400 atgongumerki seld, skrivar FSF.

Les eisini: Nú er bert steypafinalan eftir

Seinast, hesi bæði liðini møttust í steypafinaluni, var í 2018, og tá var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn teir gott og væl 3.300 áskoðararnir sóu liðskiparan hjá B36 taka ímóti Løgmanssteypinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Atgongumerki til ársins steypafinalu hjá monnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

Í sambandi við finaluna eru áskoðaraplássinum á Tórsvølli býtt ímillum B36, HB og uttanveltaðar áskoðarar.

Bólkarnir 101 til 104 eru til HB fjepparar, bólkarnir 105 til 108 eru ætlaðir til B36 fjepparar, meðan bólkarnir 114 til 116 eru settir av til uttanveltaðar áskoðarar.

Bólkarnir 102 til 104 hjá HB eru útseldir, og bólkarnir 105 til 107 hjá B36 eisini eru útseldir.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder