Fótbóltur

Jákup heldur kortini fram á Toftum

Partarnir hava gjørt av at halda sáttmálan fyri 2025. Jákup á Borg varð annars siteraður fyri, at hann fór at gevast í B68.

Jákup á Borg takkar B68''arum eftri at plássið í Betrideildini til 2025 varð tryggjað. Hetta var leygardagin við Løkin - nú er greitt, at 45-ára gamli havnarmaðurin heldur fram í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg takkar B68''arum eftri at plássið í Betrideildini til 2025 varð tryggjað. Hetta var leygardagin við Løkin - nú er greitt, at 45-ára gamli havnarmaðurin heldur fram í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-30 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út.

Soleiðis segði Jákup á Borg við Frihedsbrevet fyri tveimum mánaðum síðani.

Sí eisini: Jákup fer skjótt at takka fyri seg á Toftum

Tað vendir tó skjótt í fótbólti - og í lívinum - og eftir fundarvirksemi á Svangaskarði í vikuni er greitt, at Jákup á Borg situr sáttmálan út í øllum førum.

Hetta hevur Portalurin fingið váttað, og fer B68 at kunngerða hetta í kvøld.

B68 helt sær í Betrideildini við 4-1 sigri við Løkin leygardagin.

[object Object]
Jákup á Borg og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu. Fyrrverandi borgarstjórin Jóhannus Danielsen hevur nú tikið við sum formaður í B68 (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Jákup og Jákup: - Fara ongantíð at gloyma hesar løturnar

Jákup á Borg tók við á Toftum í 2022 og skrivaði fyri tveimum árum síðani undir trý-ára sáttmála.

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder