Pauli Jacobsen varð skrásettur fyri 13 bjargingar í kvøld. Bert 20 mál fóru inn hjá honum - eitt fór inn hjá Sasha uppá brotskast - og stóð 22-ára gamli hoyvikingurin væl.
Hann fegnast sum vera man um verjupartin, er ikki 100 prosent fegin um "undirhaldið" í 2. hálvleiki og staðfestir, at armarnir eftir 11-máls sigurin skulu niður aftur í morgin: Ukraina er á skránni sunnudagin.
Sí samrøðuna við Paula Jacobsen ovast.
Sí eisini: Óli Mittún: Vit blíva nógv betri gjøgnum dystin
Les eisini: 19 ára gamli hvirluvindurin varð toppskjútti á Hálsi
Les eisini: Sannførandi føroyskur sigur á Kosovo
--
Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 06. november
Føroyar - Kosovo 32-21 (13-9)
Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál - 5 upplegg
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál - 7 upplegg
Hákun West av Teigum 6 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Rói Berg Hansen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál
Bjargingar:
Pauli Jacobsen: 13 bjargingar av 33 skotum – 38 prosent (hevði tvær aðrar bjaringar, sum ikki telja við í almenna yvirlitinum)
Sí samrøður og annað tilfar á forsíðuni hjá Portalinum - og á roysni.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald