Hondbóltur

Video: - Tað er ordiliga kul at fáa størri leiklut á landsliðnum

Hetta er serliga tí, at man spælir uttanlands, og eg haldi, at eg longu havi flutt meg nógv í Sävehof, sigur ungi strikuspælarin. Ísak Vedelsbøl og hinir føroyingarnir skulu nú taka næsta fetið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-09 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin): - Hóast hann ikki vann ella skoraði í fótbóltsdystinum til upphiting hesaferð, so kann 20-ára gamli strikuspælarin vera væl nøgdur við sína hondbóltstilveru í løtuni.

Ísak Vedelsbøl sigur seg hava verið noyddan til at lært "100 nýggj systemir" seinastu mánaðirnar, men hann er komin væl í gongd hjá svensku meistarunum IK Sävehof eftir skifti úr Føroyum.

Sterki ungi maðurin spældi mikukvøldið fyri fyrstu ferð ein veruligan leiklut í týðandi dysti fyri Føroyar, har hann var inni í fleiri álopum (7 ímóti 6) og var undir liðuni á Teis Horn Rasmussen í miðverjuni í nøkrum støðum.

[object Object]
Ísak Vedelsbøl takkar føroysku áskoðarunum saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her við tveimum taskum á veg í bussin í Vilnius

Sí eisini: - Vit fara eftir at endiliga vinna ein útivallardyst (samrøða við Teis)

Sí eisini: Úr Vágum til Vilnius (Myndir og ferðafrásøgn)

Nú skulu Ísak og føroyska liðið byggja uppá. Sí samrøðuna við Ísak Vedelsbøl, í sambandi við venjingina í gjárkvøldið, ovast

Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass

Sí eisini: Vilhelm: Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo - spæli vónandi ein betri álopsdyst

Sí eisini: (Video) Hákun: Skoraði besta málið í fyrsta umfari

Meira tilfar úr Vilnius seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder