Vilnius, Litava (Portalurin): - Føroysku spælararnir fáa sær í løtuni dystarmáltíðina, og um stóran tíma verður farið í stóru dystarhøllini
Sí eisini: Størri høll og størri avbjóðing móti Ukraina (Myndir)
Portalurin hevur verið við á túrinum, og fylgja vit sjálvandi við upp til og eftir dystin, sum er tíðliga seinnapartin føroyska tíð.
Les um týdningin av dystinum - upptakt - her: Føroyar kunnu taka stórt fet móti EM 2026 í dag
Vit hava beinleiðis blogg frá klokkan 11 og undir dystinum, har myndir og beinleiðis dagføringar koma úr høllini. Eisini ber til at fylgja við á okkara livescore-skipan á forsíðuni.
Tað er bara at trýsta á Ukraina - Føroyara, og so fara leikaralisti, mál og annað at síggjast (Skíggjamynd: portal.fo)
Lagt er upp til spennandi dyst, og vit gleða okkum at miðla hann her frá staðnum. Niðanfyri sæst upptakstilfar.
Kringvarpið vísir Føroyar - Ukraina.
Undankappingin til EM 2026 - 2. umfar í bólki 6
Í dag, sunnudagin 10. november - spældur í Twinsbet Arena í Vilnius
13.00: Føroyar - Ukraina
Samrøður og innsløg úr Vilnius:
Foreldrini hjá Paulia Jacobsen: : Fara við at hyggja eftir landsliðnum og Paula so leingi til ber
Vilhelm Poulsen: Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo
Teis Horn Rasmussen: - Vit fara eftir at vinna ein útivallardyst (Video)
Ísak Vedelsbøl: Ísak Vedelsbøl: -Tað er ordiliga kul at fáa størri leiklut á landsliðnum
Bredsdorff og Tróndur: - Skulu gera tað ógvuliga trupult hjá teimum at skora
Sí eisini:
Mótstøðuliðið hjá Føroyum tapti málríkan og tættan dyst móti bólkafavorittunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald