Hondbóltur

Kosovo og Niðurlond spældu javnt

Tað er ein púra opin EM-undanbólkur, sum Føroyar eru við í, og tað kann gerast heilt spennandi í mars og mai 2025. Føroyar skulu hava eitt betri samansett avrik enn tað í gjár næstu ferð.

Kosovo fylgdi væl við Føroyum meginpartin av fyrra hálvleiki á Hálsi. Í gjár var Kosovo á odda meginpartin av dystinum móti Niðurlondum og fekk til endanst eitt stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kosovo fylgdi væl við Føroyum meginpartin av fyrra hálvleiki á Hálsi. Í gjár var Kosovo á odda meginpartin av dystinum móti Niðurlondum og fekk til endanst eitt stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-11 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann gerast eitt tætt stríð um at koma til EM í 2026. Tað skal eisini helst verða eitt sindur stríggið at koma til eitt endaspæl, men um Føroyar høvdu hildu leiðsluni í Litava í gjár, so høvdu Føroyar ligið sum oddalið í bólkinum við fýra stigum - og trý stig høvdu verið til "strikuna". So hevði støðan av álvara verið frálík áðrenn dystirnar í 2025.

Ístaðin er støðan hendan eftir dystirnar í síðstu viku - eftir tvey umfør:

Undankappingin til EM 2026 - bólkur 6
1. Niðurlond 3 stig
2. Ukraina 2 stig
3. Føroyar 2 stig
4. Kosovo 1 stig

Tvey lið koma beinleiðis víðari úr bólkinum. Fýra teir bestu trý’ararnir í undankappingini koma eisini til endaspælið. Tað var soleiðis, at Føroyar komu til EM seinast. Átta bólkar eru, og harvið verður kappingin um at koma við sum trý'ari eisini hørð og krevjandi. Fleiri bólkar síggja tættir út eftir tvey umfør, og kravið er at fáa stig móti fleiri liðum.

Í rokniskapinum millum trý’arar telja bert úrslit móti liðunum, sum enda nummar eitt og tvey. Harvið kunnu Føroyar til dømis enda frammanfyri Kosovo men so at siga ongan møguleika hava fyri at koma víðari, uttan so so tað eydnast at fáa stig móti Ukraina og/ella Niðurlondum.

[object Object]
Vónbrotnir føroyingar takka ukraninum fyri dystinum í Vilnius í gjár. Ukraina var fullkomiliga omaná seinasta stóra korterið, og hetta kostaði føroyingum virðismikil stig (Mynd: Egin Tollaksson Kass) 

Sí fleiri myndir frá dystinum HER

Júst Niðurlond er favorittur í bólkinum. Tað reið tó um snarið at basa Ukraina í fyrsta umfari (40-39), og í gjár eydnaðist bert at fáa eitt stig í “grýtuni” í Pristina.

Kosovo var á odda við tveimum málum í steðginum og við fýra málum nakrar ferðir í 2. hálvleiki. Tað var tó útiliðið, sum stóð til at fáa tvey stig seinastu løtuna. Tað var 31-33, men Kosovo, ið tapti við ellivu málum í Føroyum mikudagin, fekk tvey tey seinastu málini og eitt óvæntað stig.

Niðurlond var, eins og móti Ukraina, uttan nakrar fastar spælarar - millum annað frálíka spælskiparan Luc Steins úr PSG.

[object Object]
Kosovo megnaði ikki at halda tamarhald á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og hinum allan dystin - Føroyar mistu tamarhaldið í Litava í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Úrslitið í Kosovo ger, at tað er tætt og spennandi í bólkinum undan teímum fýra umførunum í 2025. Tvey verða spældir í mars - báðir dystirnir hjá Føroyum eru móti Niðurlondum - og tveir í mai. Teir báðir seinastu, Kosovo úti og síðani Ukraina heima, verða helst púra avgerandi fyri, hvørt liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen kemur til EM 2026 ella ikki.  

Møguleikin burdi verið góður, men Føroyar skulu megna at spæla ein samanlagt betri dyst enn móti Ukraina í gjár. Liðið fall ov nógv, misti tamarhaldi og tapti seinasta korterið við seks málum. Tað at man eisini hevði ávísar álopstrupulleikar fyrstu 22 minuttirnar móti Kosovo mikukvøldið, og so stórar trupulleikar við brendum skotum (gjøgnum dystin) og í verjuni í 2. hálvleiki móti Ukraina í í gjár, má elva til ávísa stúran. Hetta hóast fleiri jalig ting eru at taka við frá vikuni.

Sí eisini: Óli hevur skorað 16 mál hesa vikuna - óhvassir føroyingar

Sí eisini: Føroyar mistu av álvara tamarhaldið seinasta korterið

Niðurlond koma á vitjan 12. mars 2025, tá triðja umfar verður spælt. Hetta verður fyrsti dysturin í nýggju høllini við Tjarnir í Hoyvík.

Samrøður úr Vilnius: 
Bredsdorff: - Vit fingu roynt okkara egna medisin
Elias: - Verjan er alt ov vánalig í seinna hálvleiki
Krogh: - Vit standa okkum ikki nóg væl eftir steðgin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder