Fótbóltur

Framvegis áhugi fyri Geza uttanlands

Ongland, Niðurlond og Danmark - sum skilst Superliga. Hetta eru millum støðuni, sum kunnu vera møguleikarnir hjá Víkinga-miðvallaranum, sum framvegis bíðar eftir passinum.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-11-21 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Innan heilt stutta tíð fær Geza David Turi endaliga at vita, um eitt nýtt pass fer at liggja í postkassa hansara síðst í januar ella ikki.

Hetta fer loksins at geva 23-ára gamla gávaða miðvallaranum, sum er føddur í Ungarn og hevur ungarsk foreldur, møguleika at umboða Føroyar í landsliðshøpi. Geza hevur búð í Norðragøtu, síðani hann var fimm-ára gamal.

- Tað er næstan 100 prosent, sigur Geza smílandi. Eg má bara ikki gera nakað ólógligt so sum at koyra ov skjótt. So fái eg tað síðst í januar. Tað er tað, sum eg nú havi fingið at vita.

Sí eisini: - Passið er næstan 100 prosent uppá pláss

Hetta segði Geza David Turi við Portalin síðst í oktober. Tá spurdi vit hann eisini um møguleikan at fara víðari í 2025. Geza hevur millum annað bíðað eftir passinum.

Ársins spælari hjá Víkingi í fjør hevur ætlanir um at spæla á hægri stig, men hann stórtrivist eisini í Víkingi, sum skal spæla í Champions League næsta ár. Og Geza Turi staðfestir, at tað ikki er vist, at hann fer, so skjótt sum hann verður danskur ríkisborgari.

- Eg fái ikki sagt endaliga, um eg spæli við Víkingi ella ikki í 2025. Tað má eg finna útav skjótt. Tað hongur eisini saman við, hvørji tilboð liggja á borðinum aðrastaðni, men eisini hvat hinir gera. Um til dømis Atli, Poul, Olaf og Jørgen halda fram...teir hava allir havt eitt gott kappingarár, og áhugi er fyri teimum - kanska ikki fyri Atla, leggur hann smílandi afturat, - men hetta kann gera mun fyri meg. Og til dømis hevði tað verið stuttligt at sloppið at spælt Champions league, sum eg ikki havi roynt fyrr.

[object Object]
Geza David Turi saman við pápanum og navnanum. Geza Turi og familjan komu til Føroyar fyri 19 árum síðani, tí "gamli Geza" skuldi standa í mál hjá GÍ (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Møguleikar hava verið seinastu árini, sum Geza Turi hevur ment seg undir Jóhan Peturi Poulsen. Hann hevur sagt nei til onkur feløg, millum annað vegna passstøðuna. Tað skal eisini vera tað rætta, um Geza skal fara úr Vìkingi.

Nú kann hann so vátta fyri Portalinum, at spennandi møguleikar eru: Í  Niðurlondum, í onkrari av lægri deildunum í Onglandi og úr donsku Superliguni.

Heimasíðan bolt.fo skrivaði fyrr í ár, at Viborg (Superliga) og Notts County (League Two, Ongland) hava verið í Føroyum hugt eftir Víkinga-spælaranum. Geza fær einki sagt  um, hvørji feløg serliga hyggja eftir honum, hvussu ítøkiligt tað er, - ella nær tað verður greitt, hvar hann spælir næsta ár.

Dagført: 14.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder