Hondbóltur

Hørð men heilt ymisk mótstøða í Basel

Donsku stjørnurnar, eitt heldur "óútrokniligt" kroatiskt lið og vertstjóðin Sveis. Hesi bíða føroysku kvinnum í Basel – fyrsti dysturin er móti Sveis 29. november, og her liggur helst besti møguleikin at fáa stig.

Turið Arge Samuelsen roynir seg í stórtapinum fyri Danmark á Hálsi fyri trimum árum síðani. Danmark er á skránni 3. desember - sum triðji EM-dysturin hjá Føroyum - og verður hetta størsta avbjóðingin í Sveis (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen roynir seg í stórtapinum fyri Danmark á Hálsi fyri trimum árum síðani. Danmark er á skránni 3. desember - sum triðji EM-dysturin hjá Føroyum - og verður hetta størsta avbjóðingin í Sveis (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-21 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Aðalmálið hjá Føroyum í Sveis er greitt: At fáa stig í sínari aðalroynd í einum endaspæli. Føroysku kvinnurnar fara út á ókent farvatn í næstu viku. Nú royna tær av øllum alvi at fyrireika seg so væl til royndina.

Sí eisini: 
Myndir: Hondbóltskvinnurnar vitjaðu skúla og stóðu sjóroyndina
Myndir: EM-fyrireikingar í Klaksvík

At málið skal vera stig, kann tykjast heldur einfalt. Summi hugsa kanska, hvussu høgt man setur yvirleggjaran við hesum. Av teimum 24 londunum sum vera við til EM-endaspælið, eru Føroyar nummar 24: Tann fjórðbesti av teimum fýra bestu trý'arunum í undankappingini, sum júst rukku endaspælinum.

Stórsigrar á Luksemborg, eitt av veikastu evropeisku kvinnuliðunum, siga ikki so nógv. Føroyar megnaðu tó at spæla tveir javnar dystir móti Íslandi, har serliga hvassleikin framamnfyri málinum var munurin, og ein branddyst móti sterka svenska liðnum á Hálsi fyrr í ár. Úrslitini vóru samanlagt nóg mikið til at røkka endaspælinum: Málmunurin móti liðunum omanfyri seg á stigatalvuni gjørdust avgerandi.

EM-endaspælið snýr seg millum annað um at menna og skerpa seg á stóra pallinum. Føroyska liðið er ungt og í menning – við Claus Mogensen og Simon Olsen sum venjarum á 2. ári og við fleiri framvegis ungum kvinnum, sum flyta seg sum hondbóltsspælarar. Tíggju av teimum 18 í hópinum spæla uttanlands. Allar hesar spæla í Danmark (sjey í bestu deildini og tríggjar í næstbestu donsku deildini)

[object Object]
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen úr danska Aalborg og Turið Arge Samuelsen úr Kyndli til venjing í Klaksvík í gjár. Tað tykjast vera góðar vónir um at gera hol í sjógvin í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

Sveis er størsti møguleikin – meira um liðini

Tað snýr seg eisini um at royna at fáa eitt stórt gjøgnumbrot og royna at fáa stig á kontuna. Har hava spælarar og venjari verið greið, eftir at hava kannað mótsstøðuliðini gjølla: Besti møguleikin á pappírinum liggur í fyrsta dystinum, sum verður móti Sveis.

Sí eisini: 
Bjarta Johansen: - Hava størsta møguleika móti Sveis (samrøða)
Jana Mittún: - Fara ikki bert til EM fyri at verða við

Sveis:

Talan er gamaní um vertstjóðina í bólkinum. Harvið fer Sveis at hava fyrimun við áskoðarunum í St.Jakobshalle í Basel fríggjakvøldið 29. november. Og tó: Tað kann eisini koma eitt ávíst trýst á sveisisku kvinnurnar, sum tær ikki eru vanar við. Sveis hevur ikki vunnið nakran endaspælsdyst enn, og Føroyar eru liðið, sum Sveis "skal vinna á" – Føroyar vóru í lægsta styrkisbólkinum. Tað vera eisini, sambært HSF og EHF umleið 400 føroyingar til staðar, og tað kann gera mun.

Sveisiskur kvinnuhondbóltur hevur verið í menning seinastu árini, men hetta er bert annað endaspælið, tær eru við til. Sveis luttók eisini til EM fyri tveimum árum síðani, fekk ein javnleik, og fór út eftir bólkaspælið.

Flestu spælararnir spæla í Sveis, men nakrar spæla í sterkaru týsku deildini. Tær hava ikki spælt undankapping vegna vertsstøðuna, men úrslitini í seinastu venjingardystunum hava verið heilt góð.

Danmark:

Móðurlandið hjá hondbóltinum. Íblásturin til spælið í Føroyum er av fyrstantíð komið harfrá, og í løtuni sær man, at bæði A-landsliðini hjá Føroyum hava danskar venjarar. Yvir helmingurin av føroyska hópinum (10) spæla til dagliga í donskum hondbólti. Pernille Brandenborg, sum spælir við København í bestu deildini, er fødd og uppvaksin í Danmark. Sterki strikuspælarin er liðskipari hjá Føroyum.

Donsku hondbóltskvinnurnar vóru stórveldi síðst í 1990'unum og høvdu øll gullini einu tíðina (EM, HM og OL) Tað vóru serliga kvinnurnar, og ikki menninir, sum danska fólkið savnaðist um. Stóran part av hesari øldini hevur liðið tó verið nakað frá tindinum. Tað er broytt undir Jesper Jensen og nýggjum ættarliði seinastu fimm árini. Danmark hevur vunnið heiðursmerki seinastu fýra stóru kappingarnar (HM 2021 – OL 2024), men tjúgu ár eru síðani seinasta gullið.

[object Object]
Donsku kvinnurnar høvdu fullkomiliga tamarhald á teimum føroysku, tá tær vitjaðu á Hálsi í oktober 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

So nógv er at velja í, í mun til spælarar, at millum annað roynda Sandra Toft fer at sita heima, meðan hinar eru í Sveis. Hon hevði fingið nógvar minuttir í málinum hjá flest øllum øðrum liðum í endaspælinum. Føroyar og Danmark vóru í bólki saman í undankappingini til EM 2022. Danmark snøgt sagt hølvaði Føroyar av á Hálsi (39-19) – í Næstved gekst betri (26-15).

Ein av medaljufavorittunum og tað liðið í bólkinum, sum Føroyar á pappírinum ongan møguleika hava fyri at spæla ein tættan dyst ímóti: Seinasta uppgávan í bólkinum verður nógv tann strøsta - tær donsku eru betri á øllum økjum, staðfesti landsliðsvenjarin fyri kortum.

Kroatia:

Hetta er uttan iva tað mótsstøðuliðið, har størst ivamál er um, hvar "man hevur tað". Kroatia er lutfalsliga stór hondbóltstjóð, har serliga menninir hava gjørt vart við seg. Kvinnurnar hava verið við til nøkur HM-endaspøl, umframt OL í 2012, og staðið seg væl í nøkrum førum. Hetta verður 11. EM-endaspælið á rað hjá Kroatia, men fyriuttan eitt gott tíðarskeið frá 2006-2010 hevur liðið bert einaferð veruliga gjørt um seg.

Hetta var í Danmark í 2020, og tað var ikki hissini avrik. Eftir fleiri endaspøl á rað, har bólkaspælið var seinasti steðgurin, komu kroatisku kvinnurnar allan vegin til hálvfinalurnar. So gekk ikki meira, men Kroatia skelkaði vertstjóðina í bronsudystinum. Einasta stóra heiðursmerki á kvinnusíðuni var veruleiki.

Síðani er Kroatia farið aftur til "stanton /vanliga stigið" í endaspølum. Spurningurin er so, hvørjum Kroatia kemur við hesaferð, men tað verður talan um eina sterka verju og stóra kropsliga styrki, sum Føroyar renna seg í her. Tær flestu spæla í kroatisku deildini, sum er á yvir-miðal stigi í Evropa. Nakrar eru á hægri stigi í Rumenia, ein spælir í Póllandi og ein í sterku fronsku deildini. Føroyar spæla dyst nummar tvey móti Kroatia. 

Dystarskrá:
Fríggjadagin 29. november klokkan 17.00 Sveis – Føroyar
Sunnudagain 1. dessember klokkan 14.30 Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. desember klokkan 17.00 Føroyar – Danmark

Tíðirnar eru føroyskar

Meira úr føroysku leguni seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder