25-ára gamla Annika Fríðheim Petersen spældi ógvuliga væl saman við føroysku verjuni - og liðnum - í umleið 25 minuttir. Tað var 13-8 til Føroyar, og málverjin, ið vit eina løtu hildu vera liðskipara á degnum, setur niðanfyri orð á hví Føroyar ikki megnaðu at halda.
Í 6 móti 6 í verjustøðu var tað sum oftast heilt gott, men tá Svøriíki sleppur at koyra síni skjótálop - serliga eftir tekniskar villur hjá Føroyum - so gongur tað galið, heldur Annika.
- Ferðin er okkara styrki, og vit skulu gagnýta tað. Skulu bara venja rennimynstur og annað uppaftur betri, so at mistøkini minka(...) um vit spæla upp til okkara allarbesta, so vinna vit á hesum liðnum.
Annika Petersen og hinar fáa møglueikan móti Svøríki B, har spælararnir spæla í bestu svensku ella bestu donsku deildini, í morgin klokkan 16 á Skála.
Les meira um dystin í Klaksvík í kvøld her: Svøríki var sterkari eftir steðgin og vann við einum
Annika Fríðheim Petersen fegnast um nærum fullsetta høll og sterkan stuðul til føroyska liðið - sí myndir frá upphitingartiltakinum HER
Hoyr samrøðuna í bjálkanum niðanfyri:
---------------------------------------------------------
Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
Føroyar - Svøríki B 27-28 (15-12)
Annika Fríðheim Petersen 1 (kastaði í tómt mál)
Jana Mittún 11
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Súna Krossteig Hansen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Á Skála, leygardagin 23. november
16.00: Føroyar - Svøríki B
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald