Føroyska málverjutoymi stóð sterkt í myndini í fyrsta dystinum móti Sveis við samanlagt 18 bjargingum.
Bæði Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum stóðu við umleið 40 prosentum. Annika var stinn og fyriuttan fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, hevði Aalborg-málverjin javnan bjargingar.
Annika Fríðheim Petersen sæst her í bláari troyggju eftir dystin takka áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Rakul Wardum fegnast eftir enn eina bjarging (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)
Síðani kom Rakul Wardum inn. 22-ára gamli málverjin spælir eisini í bestu donsku deildini, og hevði hon nógvar stórar bjargingar í Basel. Rakul bjargaði millum annað tveimum brotskøstum, men besta bjarging hennara var, tá hon seint í dystinum leyp upp og við beininum bjargaði royndini hjá púra fríu sveisisku stjørnu Tabidu Schimd.
Bjargingin sæst frá 0.37 ovast - tvær ferðir. Hon er nummar tvey á listanum.
Ein týðandi bjarging frá sveisiska málverjanum, Lea Schüpbach, seint í dystinum er eisini við í topp-fimm hjá EHF
Hetta var eitt tíðarskeið í dystinum, har Føroyar komu tættari, og tað var í stóran mun Rakul Wardum at takka.
Um Føroyar skulu hava ein møguleika at veruliga vera við móti Kroatia í dag, so skulu Rakul og Annika aftur standa væl. Tað er mest sannlíkt, at Annika Fríðheim Petersen byrjar inni, tí Kroatia er eitt lið, sum hevur nógv langskot, og tað er ein av hennara styrkjum.
Sum Rakul Wardum segði við Portalin eftir dystin fríggjakvøldið, so "elskar hon nærskot". Málverjin við einari av bestu bjargingunum í 1. umfarinum kann eisini fáa stóran leiklut í dag - kanska serliga um Føroyar fara yvir til 5-1 verju, sum eydnaðist væl móti Sveis.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
14.30: Føroyar - Kroatia
Portalurin verður á staðnum við dystarfrásøgn, myndum og síðani samrøðum aftaná. Vit byrja tó longu tíðliga seinnapartin við beinleiðis blogginum, har vit eru til staðar til føroysku upphitingina, sum byrjar klokkan 13 lokala tíð.
Sí eisini: Skulu royna at knógva Kroatia seinnapartin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald