Omanfyri ber til at síggja flotta og umráðandi málið hjá Súnu Krossteig Hansen til 13-13 í gjár.
Undirhond/síðurarmur, nógv ferð og stongina og inn - hetta meðan armurin hjá dómarunum var uppi. Málið hjá nummar tíggju hjá Føroyum varð kosið sum tað næstbesta fyri fríggjadagin 1. desember í EM-endaspælinum.
Súna Krossteig Hansen í gjøgnumbroti móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)
Súna hevði drúgvan øklaskaða á heysti og inn í november. Harvið hevur tíðin upp til EM ikki verið heilt tann besta hjá henni, og í løtum fríggjadagin og í gjár vantaði nakað av rútmu og hvassleika hjá 24-ára gamla Skanderborg spælaranum.
Sí eisini: Óhapp undir lýsingafilmi kundi kostað Súnu EM
Súna Krossteig Hansen hevur tó nógv at siga fyri føroyska álopsspælið við millum annað kviku fótskiftunum, og eisini hevur hon havt nógvar góðar verjustøður í kappingini.
Jana Mittún eigur eisini nøkur tekniskt mistøk - serliga frá dystinum móti Sveis. Tað liggur tó nógv á nummar 77, ið so sanniliga hevur tikið ábyrgd í álopi og verju.
Undan 3. umfari í bólkaspælinum er Jana javnsett á fyrsta plássið yvir upplegg í kappingini við 14 málgevandi alveringum. Henny Reistad er ein av hinum báðum, ið hevur sama tal. Reistad og Jana eru eisini tættar í mál + uppleggum
Mynd: EHF
Sum føroyska Handballstatz skrivar, so liggur Jana nummar trý í mál+assist (málstig) í EM-endaspælinum við 26. Harvið hevur hon verið ógvuliga beinleiðis við í 13 málum í miðal higartil. Tað sigur eisini eitt sindur um, at Viborg-spælarin, ið eisini tekur nógvar møguleikar, hevur stóran týdning fyri føroyska liðið.
Jana Mittún fegnast um eitt av sínum fimm málum í gjár, tá hon varð javnsettur føroyskur toppskjútti. Hon er í løtuni nummar trý á listanum yvir upplegg á fremstu donsku deildini - í morgin skal Jana royna at gera stóran mun móti Danmark (Mynd; Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald